SSS (AKM)
28.04.2011
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Ráðstevna um fleirmæli í Norðurlondum

Ráðstevnan um fleirmæli í Norðurlondum, ”Minst fýra mál til øll”, málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini, verður 22. – 24. august 2011 í Norðurlandahúsið í Føroyum.


Til ráðstevnuna koma serfrøðingar úr øllum Norðurlondum og Evropa til Føroya at halda fyrilestrar og kjakast um málpolitikk og fleirmæli í Norðurlondum.

Høvuðsendamálini við ráðstevnuni eru:

At skapa eitt tvørvísindaligt forum við at seta saman serfrøðingar og aktørar frá ymiskum vísindagreinum, sum eitt nú samfelagsmálvísindi, samfelagsfrøði, søgufrøði, málfrøði, bókmentafrøði, stjórnmálafrøði og løgfrøði.
At samanbera norðurlendsku royndirnar á økinum.
At draga fram og varpa ljós á málpolitisku royndirnar og serligu avbjóðingarnar í sjálvstýrandi økjunum.
At draga fram og varpa ljós á málrættindini hjá tilflytarum.


Ráðstevnan endar við pallborðskjaki, har øll eru vælkomin við spurningum. Við pallborðið eru høvuðstalarar frá ráðstevnuni umframt umboð úr Føroyum, Grønlandi og Sámalandi.


Skráin fyri ráðstevnuna kann heintast her

Ráðstevnan er opin fyri øllum, ið hava áhuga í málpolitiskum spurningum og at luttaka í kjakinum.

Tilmelding til ráðstevnuna fer fram á heimasíðuni: www.socdev.fo , har kostnaðir fyri luttøku eisini síggjast.