21.04.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Ráðstevna um grønan vøkstur

Innbjóðing til ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um grønan vøkstur 27-28 apríl. Ráðstevnan er ætla øllum, sum hava áhuga í, hvussu vit kunnu fremja eina burðardygga umskipan av samfelagnum og fáa ein grønan vøkstur í lag.


Fróðskaparsetur Føroya skipar í døgunum 27-28 apríl fyri einari ráðstevnu/workshop við heitinum Green Growth Dialogue. Ráðstevnan verður skipað í samstarvi við universitet í Kanada, Grønlandi, Íslandi og Noregi.

Endamálið við ráðstevnuni er at bjóða til kjak og samrøðu, um hvussu samfelag, vinnulív og útbúgvingarstovnar í felag kunnu samstarva um burðadygga menning og grønan vøkstur. Samstundis verður nyggja masterútbúgvingin:  West Nordic Studies - Governance and Sustainable Management kunngjørd.

Vit vilja fegin bjóða tær/tykkum at luttaka á hesi spennandi ráðstevnu og kjakfundi, um hvat grønur vøkstur er, og hvussu vit skapa undirtøku fyri, at fremja burðadygga umskipan av samfelagnum.

Vinaliga boða frá luttøku í telduposti til laub(at)setur.fo

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Sí skrá her