Ráðstevna um Japan við luttøku av Setrinum
24. og 25. mai var árliga ráðstevnan hjá "Nordic Association for the Study of Contemporary Japanese Studies" (NAJS) hildin á fjúrtanda sinni. Í ár var tiltakið á universitetinum í Keypmannahavn (Campus Amager).
Høvuðsfyriskiparar vóru Asian Dynamics Initiative (ADI), Nordic Institute of Asian Studies (NIAS), og Afdeling for tværkulturelle og regionale studier (Københavns Universitet).
Ráðstevnan er lutfalsliga lítil (einans umleið tjúgu framløgur í alt í 2018) og hevur eina serliga skipan. Fyri at sleppa at luttaka krevst, at tú hevur sent inn vísindaliga grein (útkast), sum er um at vera liðug. Luttakarin skal síðan, tá granskararnir hittast á ráðstevnuni, hava fyrireikað stutta innleiðslu til tekstin hjá sær. Men haraftrat hevur hann ta uppgávu, at virka sum ummælari at tveimum øðrum greinum. Hetta merkir at øll fáa góð ráð og viðkomandi fakligar viðmerkingar, sum tey kunnu brúka til at fáa eina betri grein frá hondum.
Dr. Wolfram Manzenreiter (University of Vienna) var innboðin høvuðsfyrilestrahaldari. Hann tosaði um ‘Happiness and the good life in Japan’. Firouz Gaini, lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini, luttók úr Føroyum við grein undir heitinum ‘The Future Images of Contemporary Oki Islands Youth’. Greinin hyggur at ungdómi úr lítlum oyggjabólki í Shimane-landslutinum í Japan. Andstøðingar vóru Taku Tamaki (Longhborough University) og Maria Malashevskaia (Saint Petersburg State University).
Hóast luttakararnir á ráðstevnuni umboða nógvar ymiskar vísindagreinir, so tykjast teir flestu at vera samdir í, at ráðstevnan hjá NAJS skapar sera gott kjak og samskifti, sum setir allar luttakararnar í fokus. Umframt Norðurlondini, so vóru Japan, Russland, Armenia, Italia, Týskland, Ongland og Eysturríki umboðað á ráðstevnuni.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...