Ráðstevna um lívfrøðiligt margfeldi og burðardygga lendisnýtslu
Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipa fyri ráðstevnu um hvussu lívfrøðiligt margfeldi kann varðveitast við burðardyggari lendisnýtslu. Ráðstevnan verður hildin 16. mai í Norðurlandahúsinum, er ókeypis og opin fyri øllum.
Lívfrøðiligt margfeldi hevur týdning fyri trivnaðin hjá fólki og varðveitslu av vistskipanum á jørðini.
Føroyingar hava brúkt lendið til at lívbjarga sær í meira enn túsund ár. Lendisnýtslan hevur verið atvoldin til broytingar í umhvørvinum og hevur havt við sær, at lívfrøðiliga margfeldið er minkað. Soleiðis standa vit í dag í eini tvístøðu, tá vit skulu leggja ætlanir um náttúruvernd. Ber til at hava eina burðardygga lendisnýtslu og samstundis varðveita tað lívfrøðiliga margfeldið?
Altjóða ST-felagsskapurin UNESCO luttekur í tvørfakligari viðgerð av grundleggjandi orsøkunum til miss og oyðing av lívfrøðiligum margfeldi, orsakað av menning, ið ikki er burðardygg. Endamálið er at byggja brýr í millum náttúruvísindi og sosial- og mentanarvísindi fyri at fáa hollari grundarlag fyri tilevning av politikki á økinum. Tí verður ráðstevnan hildin í samstarvi við føroysku UNESCO-nevndina.
Endamálið við ráðstevnuni er at lýsa, á hvønn hátt lendisnýtsla ávirkar tað lívfrøðiliga margfeldið. Fyrsti partur av ráðstevnuni verður ein lýsing av vitan, vit hava, og hvørjum granskað verður í. Annar partur snýr seg um lendisnýtslu við serligum denti á landbúnað. Í triðja parti verður tikið samanum til tess at fáa fram áskoðanir um, hvørjar kanningar eru neyðugar og um, hvussu føroyskur politikkur og lendisumsiting eigur at verða skipað fyri at røkka málunum um varðveitslu av lívfrøðiligum margfeldi.
Fíggjarliga grundarlagið undir ráðstevnuni er ”Grunnur Johannesar og Gunhildar í Dalsgarði til frama fyri Fróðskaparsetur Føroya”. Grunnurin er settur á stovn sambært testamenti eftir Johannes og Gunhild Dalsgaard, Skálavík, og er stovnsfæið arvurin eftir tey bæði. Johannes Dalsgaard (1893-1991) var sonur Anton Christian Dalsgaard, ið hevði Dalsgarðsfesti frá 1889 til 1952. Johannes festi garðin í 1957 og sat á honum til 1971, tá núverandi festarin Páll í Dalsgarði festi. Gunhild (1905-1999) var dóttir Dánjal Poulsen úr Sakrastovu í Hesti og Súsannu Katrinu Dalsgaard úr Skálavík. Gunhild og Johannes vóru trímenningar. Gunhild var systur Thorvald Poulsen á Steinum, ið stovnsetti grunn Thorvalds Poulsen ungum listafólkum at frama, ið Setrið eisini varðar av.
Viðtøkurnar fyri grunn Johannesar og Gunhildar í Dalsgarði staðfesta at: Endamál grunsins er at stuðla mentunarligum tiltøkum hjá Fróðskaparsetri Føroya. Mál, ið horva at føroyskum landbúnaði, hava fyrimun.
Fróðskaparsetur Føroya ynskir við ráðstevnuni at varpa ljós á lendisnýtslu og landbúnað í Føroyum og eggja til kjak um, hvussu vit á burðadyggan hátt skapa góð kor fyri landbúnað og samstundis verja náttúruna.
Burðardygg samfelagsmenning er yvirskipað strategiskt mál hjá Fróðskaparsetrinum. Tær broytingar, ið standast m.a. av framhaldandi øktari altjóðagerð og urbanisering, veðurlagsbroytingum og knappari atgongd til tilfeingi, ávirka serliga útjaðarøkini. At skapa umstøður fyri fólka- og búskaparvøkstri í Føroyum er ein av fremstu uppgávum Fróðskaparseturs Føroya.
Skráin fyri ráðstevnuna sæst her
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...