01.06.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ráðstevna um staðanøvn

Í kvøld er innskriving á Læraraskúlanum til ráðstevnuna "Nøvn í strandamentanini". Luttakararnir eru úr øllum Norðurlondum.


Ráðstevnan um staðanøvn er fyriskipað av vísindastarvsfólkum og granskingarhjálparum á Føroyamálsdeildini. 45 luttakarar eru til ráðstevnuna, sum eisini hevur havt stóran áhuga millum tey lesandi.

Fyrilestrar vera um nøvn, sum á ymsan hátt hava samband við strandamentan í Norðurlondum. Leygardagin verður takkað fyri við eini útferð til Leirvíkar og Klaksvíkar, og um kvøldið verður veitsludøgurði fyri innbodnum í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.