Ráðstevna um vegleiðing í Føroyum
29.04.2015
Námsvísindadeildin Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Ráðstevna um vegleiðing í Føroyum

Fyrstu masterlesandi í vegleiðing við Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri ráðstevnu um vegleiðarafakið, breiddina, endamálið og møguleikarnar við vegleiðing í dagsins globaliseraða samfelag – við dømum um, hvussu tað verður brúkt í øðrum londum.


Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 4. mai 2015 kl. 9-16.

Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á vegleiðing í breiðastu merking, bæði hana sum
longu er og menningarmøguleikarnar, sum dagsins samfelag hevur brúk fyri. T.v.s. at savna
allar góðar kreftir við tí endamáli at gera Føroyar til eitt betri samfelag fyri øll. Kjakevnini
fara m.a. at snúgva seg um at byggja brúgv millum arbeiðsmarknað og útbúgving eins og
millum ymisku útbúgvingarstigini og millum ymisku økini í samfelagnum.

Málbólkar eru: partar á arbeiðsmarknaðinum, ALS, áhugafeløg, landspolitikkarar,
kommunalpolitikkarar, ansingarstovnar, undirvísingarstovnar, málaráð v.fl. eins og øll
áhugað.

Tilmelding fer frá á www.tilmelding.fo undir Tiltøk. Beinleiðis leinki:

Tilmeldingarfreist er mikudagin 29. apríl kl. 12

Um tit hava trupulleikar við tilmeldingini ella hava aðrar spurningar, so setið tykkum í
samband við:

Ninu Brockie Hansen á telefon 223333 ella skriva til: nina.brockie(at)skulin.fo
Hannu Jensen á telefon 211057 ella skriva til hannaj(at)shey.fo

Skráin er hendan:

  • 09:00 Vælkomin
  • 09:20 Filmur
  • 09:30 Raimo Vourinen: Lifelong Guidance as a Precondition of Lifelong Learning
  • 10:15 Kaffisteðgur
  • 10:30 Borðseta (Table Session)
  • 11:15 Deirdre Hansen og Umboð frá vegleiðingini á arbeiðsmarknaðinum í Íslandi Møguleikar og avbjóðingar í lívslangari vegleiðing í Føroyum (+ dømi úr íslandi)
  • 12:00 Ábit í Klingruni
  • 13:00 Síf Einarsdóttir: Guidance Counselling - Knowledge, Breadth, Purpose and Opportunities in Todays Globalized Society
  • 13:45 Borðseta
  • 14:30 Kaffisteðgur
  • 14:45 Jens Marni Hansen framførir
  • 14:55 Pallborðsfundur
  • 15:45 Samanumtøka