28.09.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ráðstevnuritið Frændafundur 7 útkomið

Nýggj bók við fjúrtan greinum um føroysk og íslendsk evnir, sum byggja á fyrilestrar á Frændafundi í Reykjavík 21. - 22. august 2010.


Mál - Søga og samfelag - Sniolvs kvæði - Mentan  -  Trypsin úr føroyskum og íslendskum toski

Út er komin bók við fjúrtan greinum, sum byggja á fyrilestrar á føroysk-íslendskari ráðstevnu í Reykjavík 21.-22. august 2010

Bókin er, eins og navnið sigur, tann sjeynda í hesari røðini. Greinarnar eru sum vant er á Frændafundi, um føroysk og íslendsk evnir.

Fýra  greinar um málfrøði
Hjalmar P. Petersen skrivar um føroyskt mál á málamótinum við danskt. Þórhallur Eyþórsson skrivar um, hvussu føllini eru varðveitt í tolsøgn í ávikavist íslendskum og føroyskum. Jóhannes Gísli Jónsson og Kristín Þóra Pétursdóttir skriva um hvørjumfalsávirki við lýsingarorðum í íslendskum og føroyskum. Bjarki M. Karlsson o.o. greiða frá einari forkanning av ljóðkervisligum broytileika í føroyskum.

Sjey greinar um søgu- og samfelagsfrøði  
Annfinnur í Skála skrivar um Føroyar og  Ragnheiður Kristjánsdóttir um Ísland í seinna heimsbardaga. Ólöf Garðarsdóttir skrivar um, hvønn lut føroyingar og aðrir tilflytarar áttu í vøkstrinum og menningini á Seyðisfirði um aldamótið 1900. Hans Andrias Sølvará skrivar um gudfrøðistreymar og trúarrørslur í Føroyum og Íslandi. Høgni Djurhuus skrivar um tíðindaflutning og vantandi tíðindaflutning millum londini. Beinta og Jákupsstovu og Auður Styrkársdóttir bera saman støðuna hjá kvinnum í politikki í Føroyum og Íslandi, og Jens Pauli Nolsøe greiðir frá handilsviðurskiftunum millum Føroyar og Ísland, serliga  í nýggjari tíð.

Sniolvs kvæði – Mentan – Trypsin í toski
Yelena Sesselja Helgadóttir ber saman Sniolvs kvæði, ta íslendsku fornaldarsøguna Ásmundar søgu kappabana  og ta forntýsku Hildibrands kviðu (Hildebrandslied).  Guðmundur B. Kristmundsson lýsir samskifti Føroya og Íslands í mentamálum. Bjarki Stefánsson, Guðrún Birna Jakobsdóttir og Ágústa Guðmundsdóttir bera saman trypsin úr føroyskum og íslendskum toski.

Ritstjórar eru Magnús Snædal og Turið Sigurðardóttir.

Útgevari: Hugvísindastofnun, Reykjavík. Umboð í Føroyum: Fróðskapur.