12.03.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Rættartrygd, miðvísir myndugleikar og almenn lóggáva

Í táttinum "Eygleiðingini" í Kringvarpinum í morgun greiddi Kári á Rógvi lektari í løgfrøði frá býarskipan, friðing og valdsbýti.


Nógv umrødda málið á Tvøroyri sýnir okkum, hvussu neyðugt er at taka lóg og rættindi í álvara.

Ætlanin við býarskipan og ymsum friðingarlógum er at tryggja, at øki verða sett av at nýta til ymisk endamál, bæði fyri vinnuvøkstri og varðveitan av fornminnum.

Vit mugu tó harmast um, at allar tær hugsandi friðingarnar ikki verða staðfestar. Serliga er høvi at staðfesta umliggjandi friðing av bygningum, áum og bakka.

Heimildir eru at friða í summum førum 100 m, í øðrum førum 300 m frá varðveitingarverdum støðum, men bert fyri bygdina Fámjin ber til at síggja á kortinum, hvar endaliga friðingin er staðfest. Í øðrum førum mugu bæði borgarar ið vilja útbyggja og tey ið vilja njóta friðing liva í óvissuni.

Friðing verður ofta ikki avklárað fyrrenn bulldozarin stendur klárur at grava.

Hinvegin er stórur vandi í ætlaðu tilgongdini, nú Løgtingið – við fráviki frá tíðarfreist – ætlar at víkja frá tíðarfreistunum í lógini og strika áseting um steðgandi (uppsetandi) virknað.

Ber ikki til at steðga avgerð, sum endaliga kann avgerast á hægri stað, so er vandi fyri at bygningar mugu takast niður aftur, skaðin gerst enn størri, og myndugleikar mugu lata skaðabøtur ella endurgjald.

Er talan í veruleikanum um uppílegging í einstaka trætu, so tíðir dómurin í Tvind-málinum uppá, at slík lóg kann verða sett til viks sum brot á valdsbýtið. Annar vandi er, at talan verður um enn longri viðgerð, tí kæruleiðin verður burtur og málið í staðin roynt í rættinum.

Lektarin mælti Kringvarpinum at biðja tey embætisfólk ið hava gjørt lógaruppskotið koma og greiða frá, hví tey halda uppskotið vera í samsvari við valdsbýtið.

Í valdsbýtinum liggur, at Løgtingið skal fáast við almenna lóg, meðan fyrisiting skal útinna lógina, og dómstólarnir taka støðu í trætum um tulking. Tær rættiliga gomlu friðingarlógirnar um bygningar og fornminni (1948), viðarlundir (1952), býarskipan (1954) og náttúru (1970) týða uppá størri politiskan áhuga fyri at loysa serstøk átrokandi vandamál, heldur enn at áseta almennar reglur, sum avviga áhugamál og geva øllum pørtum rættartrygd og greiðar – og sjónligar – linjur at innrætta seg eftir.

Sendingin er at hoyra her við leiki av heimasíðuni hjá Kringvarpinum