Rættleiðing frá Fróðskaparsetri Føroya
Fróðskaparsetur Føroya vil við hesum staðiliga afturvísa ósakligum og villeiðandi tíðindaflutningi um bachelorútbúgvingarnar á stovninum.
Í tveimum innsløgum í Kringvarp Føroya, mikudagin 26 juni og hósdagin 27 juni kl. 18, hevur tíðindasendingin viðgjørt eitt mál um lesandi av Setrinum, ið hevur fingið avslag at lesa kandidat í statskundskab á universitetunum í Keypmannahavn og Århus.
Tíðindi verða borin fram, um at útbúgvingar frá Søgu- og samfelagsdeildini ikki kunnu góðkennast til víðari lestur á Københavns Universitet og Århus Universitet. Lurtarin fær ta fatan, at tað er støðið á útbúgvingunum, ið ikki lýkur krøvini á hesum universitetum. Hesum vil Setrið staðiliga afturvísa.
Til tað er at siga, at tað altíð er móttakarauniversitetið, ið metir um umsókn um upptøku og ger av, um ávís bachelorútbúgving gevur atgongd til ávísan framhaldslestur. Tað er greitt av heimasíðuni hjá Københavns Universitet, at bert bachelorar frá Keypmannahavn, Århus og Syddansk fáa atgongd at lesa kandidat í statskundskab á Københavns Universitet.
Allar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, eisini tær á Søgu- og samfelagsdeildini, eru skipaðar eftir sama leisti í tráð við okkara egnu og altjóða krøv.
Eitt bachelorprógv av Setrinum gevur sum meginregla atgongd til víðari lestur á universitetum um allan heim. Tað vil tó altíð vera móttakarauniversitetið, ið ger av, um ávíst bachelorprógv gevur atgongd til ávísan framhaldslestur.
Leiðslan á Fróðskaparsetri Føroya
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...