RakulSkaale.jpg
Rakul Skaale Andreasen
07.05.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Rakul Skaale Andreasen heldur MA-fyrilestur

Heitið á fyrilestrinum er:
Vís stutt hugburð til føroyskt, danskt og enskt, og met um vit standa fyri einum málskifti til enskt.

Stað: Kongshøll. Tíð: fríggjadagin 15. mai klokkan 14.00
Gevið gætur: umstøðurnar loyva 40 áhoyrarum.

Rakul Skaale Andreasen hevur skrivað MA-ritgerð við heitinum: Útlitini fyri einum málskifti. Fara vit at tosa enskt? Hon nýtir serliga eina grímukanning at finna útav, um vit standa standa yvir fyri einum málskifti. Eisini skiftir hon orð um koduskifti. Spurningurin, ið hon setir, er um ein jaligur hugburður til enskt og nógv koduskifti ímillum føroyskt og enskt kann vera viðvirkandi til, at vit í dag standa fyri einum málskifti til enskt.

Hon hevur gjørt eitt umfatandi innsavningararbeiði, sum hon byggir niðurstøður sínar á. Tey granskingarúrslit, ið hon leggur fram, eru nýggj í einum føroyskum samanhangi, og vit kunnu nú siga nakað nærri um hugburðin til føroyskt, danskt og enskt, og hvønn týdning tað hevur fyri, at vit møguliga í framtíðini fara at tosa enskt.

Vegleiðari til høvuðsritgerðina er Hjalmar P. Petersen (Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin) og hjálparvegleiðari er Edit Bugge (Høgskulen på Vestlandet).