Rakul vann 40.000 fyri ritgerð
Rakul Skaale Andreassen hevði besta íkastið úr Føroyum í danskari ritgerðarkapping. Hon vann í dag heiður og 40.000 krónur fyri sína MA-ritgerð, sum hon gjørdi á Føroyamálsdeildini fyrr í ár
Hvønn hugburð hava vit til føroyskt, danskt og enskt mál? Og standa vit fyri einum málskifti, nú vit í heilum hoyra børn og ung tosa við enskum orðum?
Hetta setti Rakul Skaale Andreassen sær fyri at kanna, tá hon fór undir sína MA-ritgerð á Føroyamálsdeildini á Setrinum.
Kanningarnar vístu, at gamaní verða tey ungu ávirkað av enskum, men kortini eru útlitini ikki so døpur.
- Jú, eg eri optimistisk um málsligu framtíðina, tí kanningarnar hjá mær vísa, at tey ungu virðismeta føroyskt, og at tey vilja halda fast í tí føroyska, segði hon m.a., tá hon vardi sína ritgerð í Kongshøll í summar.
Og í dag vann Rakul Skaale Andreassen føroyska partin í ritgerðarkappingini, sum danska Undirvísingar- og Granskingarmálaráðið hevur skipað fyri í londunum í ríkisfelagsskapinum.
Í tí sambandi var talgilt hátíðarhald í Gróthúsinum á Setrinum í dag, har vinnararnir úr Føroyum, Grønlandi og Danmark fingu vinnaraheiður og 40.000 krónur í part. Eisini helt Ane Halsboe-Jørgensen, undirvísingar- og granskingarmálaráðharri í Danmark, røðu. Martin Breum, journalistur var orðstýrari.
Hátíðarhaldið skuldi eftir røttum verið í Keypmannahavn, men koronusmittan forðaði tí, og tí bleiv tiltakið hildið á zoom. Her sita Rakul og Chik Collins, rektari á Setrinum framman fyri skíggjan
Nakað seinni var lítil hugnaløta í Gróthúsinum, har Setursskrivstovan heldur til. Tey nærmastu hjá Rakul vóru komin at fylgja við, eins og Bergur D. Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini og Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðari í føroyskum.
Hvat fert tú nú undir, Rakul?
- Nú skal eg í barnsburðarfarloyvi, sigur hon og smílist um alt fimmaoyrað.
- Eg skal hava tvíburar!, sigur hon og greiðir frá, hvussu ovfarin hon bleiv av teimum tíðindunum.
Tey eru spent, Rakul og Hanus Mikal, nú tey skjótt verða fimm í familjuni
Áhugaverdi MA-fyrilesturin hjá Rakul Skaale Andreassen sæst í fullari longd her.
Lesið samandráttin av MA-ritgerð hennara her.
Ein føroyingar vann eisini donsku heiðurslønina. Tað var Annika Isfeldt, sum skrivaði ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerð hennara kann lesast her.
Danir ætla, at kappingin skal verða aftur næsta ár og í 2022.
Lesið meira um kappingina her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...