27.08.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Randi S. Vang hevur lokið BA-prógv í føroyskum

“Tíð og tilvera í skaldsøguni Tímaþjófnum eftir Steinunn Sigurðardóttur”


BA-ritgerðin hjá Randi S. Vang er greining av skaldsøguni Tímaþjófurinn (1986) eftir Steinunn Sigurðardóttur. Ritgerðin er skrivað og latin inn á Fróðskaparsetri Føroya, men er eisini úrslit av, at Randi las eitt hálvt ár av BA-námi sínum við Háskóla Íslands sum Nordplus-skiftisstudentur. Hon hevur tí lisið skaldsøguna - umframt greinir og viðgerðir um hana - á íslendskum. Heitið á ritgerðini er  “Tíð og tilvera í skaldsøguni Tímaþjófnum eftir Steinunn Sigurðardóttur”