Randi Ward vunnið Nadia Christensen-virðislønina
Randi Ward hevur vunnið Nadia Christensen-virðislønina fyri at týða eitt úrval av yrkingum úr yrkingasavninum Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsundið eftir Kim Simonsen
Talan er um týðarakapping, sum American Scandinavian Foundation skipar fyri. Virðislønin verður latin eina ferð um árið fyri eina óvanliga góða týðing úr einum norðurlendskum máli og í enskt, og høvundurin skal vera føddur eftir 1900. Tað kann snúgva seg um skaldskap í bundnum máli, fagurbókmentir, sjónleikir ella tekstir í óbundnum máli.
Grundgevingin fyri at lata Randi virðislønina í ár er tað framúr góða hegni, ið hon hevur víst við týðingini, og orðaval, evni at raka tað einfalda og tilfarsliga í upprunayrkingunum og myndamál fáa góð skotsmál.
Virðislønin er eitt bronsuheiðursmerki fyri bókmentaligt virki fyri Amerika og Norðurlond, 2500 dollarar og harumframt verða yrkingarnar prentaðar í árbókini hjá The American-Scandinavian Foundation í 2022.
Umframt viðurkenningina til Randi Ward fyri avrikið, so er henda virðislønin við til at varpa ljós á føroyskan skaldskap úti í heimi.
Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsundið eftir Kim Simonsen fekk M.A. Jacobsens virðisløn í 2014. Í 2020 varð hetta yrkingasavn – í ensku týðing Randi Wards – valt at umboða Føroyar á TRANSPOESIE Poetry festivalinum í Brússel, og bókin varð tilnevnd sum besta útgáva í Makedónia á bókamessuni í Skopje í 2021. Týðingin til makedónsku útgávuna var gjørd við støði í ensku týðing Randi Wards.
Randi Ward hevur MA-prógv í mentanarvísindum frá Fróðskaparsetri Føroya í 2007. Hon er ættað úr Belleville í West Virginia. Hon er týðari, yrkjari og myndatakari. Í 2007 gav hon út yrkingasavnið Meditations on salt í Føroyum. Hetta eru yrkingar á føroyskum, norskum og enskum. Við hvørja yrking er ein fotomynd, og myndevnini eru øll úr Nólsoy. Nakrar av hesum yrkingum syngur Guðrið Hansdóttir á fløguni Beyond the Grey (2011). Eisini er vert at nevna, at Eivør syngur yrkingina Tides eftir Randi í útgávuni Bridges (2015). Harumframt hjálpti Randi Eivør at fyrireika ensku útgávuna av Slør, sum varð givin út í Bretlandi í 2017.
Randi er sera virkin og ger nógv fyri at miðla føroyskan skaldskap úti í heimi. Eitt nú hevur hon týtt yrkingasavnið Fjalir eftir Tórodd Poulsen til enskt. Fyri hesa týðing vann hon somu virðisløn í 2013. Á listanum yvir tey, sum áður hava vunnið Nadia Christensen-virðislønina eru nógvir týdningarmiklir norðurlendskir høvundar og týðarar. Í einum fjørutiára tíðarskeiði er tað bara Randi Ward, sum hevur vunnið virðislønina fyri at týða úr føroyskum. Í 1985 vann John F.West fyri týðing av brotum úr Det Gode Håb eftir William Heinesen.
Randi hevur fyri skaldskap og myndatøku sína vunnið fleiri virðislønir í heimlandi sínum. Hennara arbeiði verður nýtt í undirvísingini á miðnámsskúlum og universitetum í USA og uttanlands. Hon hevur móttikið virðislønina Shepherd University’s Appalachian Photography Award, og Cornell University Library stovnaði í 2015 eitt savn við hennara útgávum á teirra deild við sjáldsomum handritasøvnum. Hennara verk hava verið umrødd í Folk Radio UK, National Public Radio, PBS NewsHour og World Literature Today.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...