20.01.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Red Cross Nordic United World College

Red Cross Nordic United World College Foundation bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið er liðugur í 1. flokki á gymnasialari miðnámsútbúgving á sumri 2014 at taka IB (International Baccalaureate), eftir 2 árum á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi.


Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. IB (International Baccalaureate) er eitt altjóða
studentsprógv, ið gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt
studentsprógv.

Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við,
at næmingar úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.

Studni rindar – eftir umsókn – skúlagjald umframt fyri innivist á skúlanum. Hetta merkir, at
viðkomandi umsøkjari, sum verður valdur, ikki samstundis frá Studna fær stuðul sum
útibúgvandi. Ferðing aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi
reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2014 kr. 4.000.

Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til Mentamálaráðið á tel
efon 555073 ella til lestrarvegleiðingina á skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á heimasíðu skúlans.

Umsókn um upptøku á Red Cross Nordic United World College, ljóstak av seinastu
støðumetunum saman við eini stuttari frágreiðing um teg sjálva/n í umsóknarblaðnum skulu vera
Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. februar 2014. Útfylt umsóknarblað og
ljóstak av seinastu støðumetunum skulu sendast til claus@mmr.fo.


Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðu Mentamálaráðsins á adressuni:

(Kelda: Mentamálaráðið)