Annika Sølvará
26.10.2007
Skriva út

Rektarin afturvaldur

Tá freistin at lata inn valevni til rektaravalið 2. november 2007 var úti mánadagin 22. oktober, var bert eitt uppskot til rektaravalevni komið inn. Sostatt er Jóan Pauli Joensen, professari, dr.phil. & fil.dr. afturvaldur sum rektari fyri Fróðskaparsetrið. Valskeiðið er eitt trý ára skeið frá 1. desember 2007 ella til nýggjur rektari verður setttur sambært nýggju lógini um Fróðskaparsetrið, sum væntandi verður løgd fyri Løgtingið í næstum.