Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setir ráðstevnuna um listaliga útbúgving
Ráðstevnan er liður í fyrireikingunum til nýggja útbúgving, sum verður boðin út komandi ár.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, setir ráðstevnuna “Mørk og vegir millum vísindi og list”, sum verður hósdagin og fríggjadagin. Ráðstevnan er liður í fyrireikingunum til nýggja útbúgving, sum verður boðin út komandi ár.
Fleiri av fyrilestrunum á ráðstevnuni fara at snúgva seg um listaliga skapan, listaliga útbúgving og tilgongdina frá hugskoti/kenslum til liðugt verk. Millum fyrilestrarhaldararnar verða Ursula Andkjær Olsen, Rói Patursson, Ivar Frounberg og Rolf Hughes. Eins og útbúgvingin verður ráðstevnan ein blanding av vísindum og list. Bólkurin Orka fer at framføra, og Ólavur Jakobsen fer at spæla Bach og Heinesen. Teitur fer at spæla og tosa um tónleik, og Carl Jóhan Jensen fer at greiða frá, hvussu hann fyrst gjørdi rannsóknir og síðani skrivaði skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrki. Aðrir rithøvundar fara at tosa um listaligar tilgongdir, og hvussu tað er at taka støðu til egið avrik. Ráðstevnan er almenn og ókeypis. Tilmeldingarfreist er í morgin týsdagin 4. desember.
Øll skráin sæst á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, setur.fo, og har fer tilmeldingin fram.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...