Bárður Niclasen
30.05.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Risaaldur - ævintýr ella veruleiki?

Sjófólk hava í manna minni tosað um serstakar óvanliga høgar og hættisligar aldur, sum kunnu koma fyri á opnum havi. Ymisk heiti hava verið knýtt at hesum fyribrigdi, m.a. 'risaaldur', 'tær tríggjar systrarnar' og 'hol í sjónum'.


Vísindafólk hava hinvegin í stóran mun hildið, at hesar søgur um 'risaaldur' hava verið pátrúgv ella í besta føri reyp. Hetta er tó broytt, av tí at sovorðnar aldur hava verið mátaðar.

Tann kendasta risaaldan um okkara leiðir í nýggjari tíð er 'nýggjársaldan', sum breyt á Draupner boriplatformin í Norðsjónum 1. januar 1995. Á og kring Draupner vóru fleiri mátitól, so henda aldan varð væl skjalprógvað. Sonevnda signifikanta aldan, sum vanliga verður fráboðað sum alduhædd, var 10.8 m, meðan henda eina aldan hevði eina hædd uppá heilar 25.6 m, sum var meira enn tvær ferðir alduhæddina í økinum annars hesa løtuna.

Nýggjársaldan skakaði bæði oljuvinnuna og alduserfrøðingar, tí ein slík alda á djúpum vatni var næstan ómøgulig sambært tí vitan, sum var tá. Síðani tá er nógv gransking farin fram, fyri at skilja hví, hvar og hvussu sovorðnar aldur koma fyri.

Sum partur av eini verkætlan, sum fer fram á Náttúruvísindadeildini, verður leitað í vísindafrágreiðingum fyri at fáa greiðu á, í hvønn mun tað í dag er møguligt at spáa um slíkar hættisligar aldur, og um slík skipan kann setast í verk fyri føroyska økið. Innan altjóða gransking er nógv hent og ment seinastu árini, men enn eru nógvir opnir spurningar.

Áður trúðu serfrøðingar, at aldur í stóran mun vóru óheftar av hvørjari aðrari, og at drívmegin aftan fyri 'risaaldur' var, at nógvar ymiskar smærri aldur runnu saman av reinari tilvild. Nýggj ástøði er ment, sum vísir, at ávísar aldur kunnu 'stjala' orku frá øðrum aldum og soleiðis vaksa seg ovurstórar. Serstakar starvstovumátingar hava eisini verið gjørdar, sum undirbyggja hesa nýggju ástøðina. Tískil eru nakrir av 'hví' og 'hvussu' spurningunum svaraðir, men tann mest umráðandi spurningurin, um tað bert til at spáa um nær og hvar slíkar aldur koma fyri, er enn ikki endaliga svaraður.

Aldumodellini, sum verða brúkt av veðurstovnum til at gera alduforsagnir, kunnu enn ikki rættuliga brúkast til hetta endamálið, men nógv verður granskað í hesum evni. Tey einastu støðini, har mann veit, at risa aldur koma fyri javnan á djúpum vatni, eru tá aldur verða 'fangaðar' í størri økjum við hørðum mótstreymi. Eitt slíkt økið er Agulhas streymurin, ið fer framvið Afrikansku eysturstrondini.

Tað er væl kent í Føroyum at sjóvarfalsstreymur kann gera ávís øki sera hættislig at sigla í, tá tað rekur upp í ættina. Hendan vitan er savnað í kort, sum eru tøk í eitt nú Skipalistanum og Streymkortunum hjá Fisher Heinesen.

Á Náttúruvísindadeildini hevur eitt aldumodel hevur verið roynt og tillagað til Føroysk viðurskifti. Kanningarnar higartil hava víst, at hetta modellið tykist at verða ført fyri at spáa nær og hvar vandasjógvur kann standast av sjóvarfallsrákinum.

Fyri at gera forsagnir við einum slíkum modelli krevst ein veðurstova, sum ræður yvir nógvari teldukraft. Í løtuni rekst fyri, at ein Føroyskur veðurstovnur skal setast á stovn, og hvør veit, kanska kunnu slíkar alduforsagnir fyri føroyska økið gerast veruleiki í framtíðini?