Ritgerð um átrúnað og trúgv í Føroyum í 21. øld
12.11.2014
Skriva út

Ritgerð um átrúnað og trúgv í Føroyum í 21. øld

Fróðskapur hevur givið út bókina “Betwixt and Between. Religion og religiøsitet på Færøerne i det 21. århundrede.” Hetta er ph.d. ritgerð hjá Jannu Hansen, sum varð vard á vári 2014. Bókin er 220 bls., skrivað á donskum og kostar 280 kr. í bókabúðunum.


Tað verður av røttum javnan framført, at átrúnaður fyllur meira í Føroyum enn í millum annað Danmark, Íslandi og Svøríki. Hinvegin er eisini rætt at siga, at átrúnaður fyllur minni í føroyska samfelagnum í dag enn fyri bara 30 árum síðani, og at átrúnaðurin hevur fingið annan form enn fyri 30 árum síðani.

Í hesari ph.d.-ritgerðini verður kannað, hvørt tær broytingar, sum eru farnar fram innan fyri átrúnaðarliga lívið og landslagið í Føroyum tey seinastu áleið 30 árini, kunnu lýsast sum sekularisering ella ikki.

Enska orðingin í bókaheitinum Betwixt and Between kann umsetast til mitt ímillum og er ein lýsing av tí støðu, sum høvundurin metir, at Føroyar eru í í løtuni.

Spurningar,  sum verða viðgjørdir, eru millum annað samband millum stat og kirkju, millum átrúnað og politikk  og millum átrúnað og fólkaskúlan.

Ritgerðin tekur útgangsstøði í tíðarskeiðinum frá 1979 til 2009, og er grundað á greiningar av millum annað løgmannsrøðum, samgonguskjølum, námsætlanum, samrøðum við samkomuleiðarar og samrøðum við einstaklingar, sum hava tilknýti til eina ella fleiri samkomur í Føroyum.

Í ritgerðini er eisini eitt yvirlit yvir og ein lýsing av teimum samkomunum, sum eru virknar í Føroyum í dag.

Umframt at skriva um føroyskan átrúnað og trúarlív verða  samanberingar eisini gjørdar við Sør-Norge.

Janna Hansen hevur verið innskrivað við á deildini fyri mentan og samfelag á Aarhus Universitet . Verjan, sum var í februar 2014, gekk væl, og ritgerðin og granskingin fingu nógv góð orð við á vegnum. Millum annað varð dentur lagdur á, at ritgerðin er sterk ástøðiliga. Talan er eisini um nýbrot í føroyskari gransking, tí hetta er fyrsta verk um føroyskt trúarlív í nýggjari tíð úr einum átrúnaðarsosiologiskum sjónarhorni.