Robert Petersen farin
Robert Petersen, fyrrverandi rektari á Ilisimatusarfik, er farin um sýn
Fyrsti rektarin fróðskaparsetrinum í Grønlandi, Ilisimatusarfik er farin. Robert Petersen, sum varð føddur í 1928, andaðist herfyri, 93 ára gamal.
Robert Petersen var fyrst útbúgvin lærari í Nuuk og fór síðani at lesa eskimologi við Universitetið í Keypmannahavn, har hann varð magistari í 1967, og í 1975 bleiv hann tilnevndur professari á sama universiteti.
Í árunum 1979-81 fekk hann farloyvi at fyrireika eitt komandi fróðskaparsetur í Grønlandi. Hann fór úr professarastarvinum í Keypmannahavn í 1983 fyri at verða fyristøðumaður har. Í 1987 bleiv hann fyrsti rektari á Ilisimatusarfik, og hann røkti starvið, til hann fór frá við eftirløn í 1997.
Granskingarøki hansara var grønlendskt mál, mentan, søga og samfelagsviðurskifti. Hann hevði nógv vísindalig álitisstørv, ikki minst í altjóða høpi, og fekk fleiri heiðurslønir fyri sítt virksemi og sína gransking.
Í 1992 varð hann tilnevndur heiðursdoktari við Laval University í Quebec í Kanada, og í 2010 varð hann tilnevndur heiðursdoktari við Illisimatusarfik.
Robert Petersen vitjaði Fróðskaparsetur Føroya fleiri ferðir, bæði í sambandi við fyrireikingina av Ilisimatusarfik, tá saman við fleiri, men eisini í øðrum fakligum høpi, har Fróðskaparsetrið og føroyskir granskingarstovnar høvdu samstarv við Grønland.
Robert Petersen var ikki bert viðurkendur granskari og lærari, hann var eisini eitt stak hugnaligt fólk, dugdu sera væl at siga søgur og var á sín friðarliga hátt skemtingarsamur sum fáur, tá tað skuldi vera. Vit eru fleiri, sum hava sitið væl heima hjá honum og konu hansara í Nuuk. Tey fluttu til Odense at búgva, tá hann fór frá.
Æra verið minnið um mentamannin, Robert Petersen.
Jóan Pauli Joensen
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...