Røða fyri sjúkrarøktarfrøðingunum
Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Sonja Nielsen, námslektari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, helt herfyri, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði aðalfund
Góðu sjúkrarøktarfrøðingar
Tað er fantastiskt at vera saman við tykkum her í dag, og at vit í ár kunnu samlast til aðalfund heilt uttan koronuavmarkingar. Dagurin, tá aðalfundur er, upplivist á ein hátt sum ein merkisdagur fyri meg við ikki sørt av hátíðardámi, kenslu av samhaldsfesti og ikki minst hugna.
“Vælferð í vanda” var rámandi heitið á einum almennum tiltaki um starvsfólkatrotið á vælferðarøkinum, sum var fyri kortum. Við mínum 25 ára royndum sum sjúkrarøktarfrøðingur í heilsuverkinum í Føroyum skal eg her hugleiða um støðuna í føroyska samfelagnum í dag við stórum troti á sjúkrarøktarfrøðingum.
Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so stendur í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið frá 2016 m.a.:
”at demografisku broytingar, saman við tøkniligari menning, spesialisering av fakfólki og øktum krøvum frá borgarum, sum eru vorðin meira tilvitað um møguleikar fyri viðgerðum, verða høg krøv sett til heilsuverkið”.
Víðari stendur, at:
“fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum er tann størsti fakbólkurin á sjúkrahúsunum, er avbjóðingin í løtuni tann, at trot er á serútbúnum sjúkrarøktarfrøðingum á ávísum økjum. Útyvir tað, er yvirskipað ikki beinleiðis trot á sjúkrarøktarfrøðingum, men demografisku broytingarnar gera, at útlit eru til, at tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum økist komandi árini.”
...og hetta var frá 2016!
Menningarætlanin hevði tilevnað ymisk tilmæli. Ein av yvirskriftum fyri nøkur av tilmælunum var: At útvega, varðveita og menna heilsustarvsfólk.
Átta útav níggju tilmælum snúðu seg um at rekruttera, menna og útbúgva læknar. Eitt einstakt tilmæli var um uppgávuflyting, sum umrøddi, hvussu uppgávur kunnu flytast frá viðgerðarøkjum til onnur økir. Einki tilmæli snúði seg beinleiðis um sjúkrarøktarfrøðingar sum fakbólk.
Hetta vóru júst somu tilmæli, sum vóru í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk frá 2007.
Tað skal ikki misskiljast - tørvur hevur sanniliga eisini verið á at rekruttera læknar, og tað er at fegnast um, at so miðvíst hevur verið arbeitt við hesum, at í dag eru munandi fleiri størv sett á læknafakliga økinum.
Tað er tó undranarvert, at ongar heilsupolitiskar framskrivingar vóru um støðuna, sum vit standa í í dag við stórum troti av sjúkrarøktarfrøðingum, hóast felagið í áratíggju hevur varskógvað um, at miðaladurin á sjúkrarøktarfrøðingum hevur verið høgur, at tað fara fleiri frá fyri aldur, enn tað verða útbúnar, umframt at demografiskar broytingar og økt tilboð í heilsuverkinum økir um tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum.
Hyggið so, hvar vit standa í dag.
Í dag eru vit í tí støðu, at vit kunnu útbúgva tveir flokkar við sjúkrarøktarfrøðingum árliga. Vit eru komin langt, hóast álit og menningarætlan ikki høvdu framrokningar um trot av sjúkrarøktarfrøðingum. Tað hevði eingin torað at droymt um. Hetta er ein stórhending, sum allir sjúkrarøktarfrøðingar mugu fegnast um og virðismeta.
Hetta er einasti vegur at fáa fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í tað føroyska samfelagið og samstundis virka fyri at halda fast í vælferðarskipanini í samfelagnum.
Eg veit, at fleiri at tykkum samstundis hugsa, at vit høvdu fingið fleiri sjúkrarøktarfrøðingar at vent aftur til fakið, um lønin var betri, um arbeiðstrýstið var minni, um normeringin var hægri, um virðingin var størri o.s.fr., o.s.fr. Trupulleikin við troti av sjúkrarøktarfrøðingum er so mikið umfatandi, at betri lønar- og arbeiðsviðurskifti langt frá høvdu munað nóg mikið í sjálvum sær.
Trotið á sjúkrarøktarfrøðingum í føroyska samfelagnum er ikki bert ein avbjóðing hjá politikkarunum, Heilsumálaráðnum, leiðslum, Setrinum, deildum ella lesandi.
Nei – hetta er ein avbjóðing fyri alt sjúkrarøktaryrkið í Føroyum. Hetta er sanniliga eisini ein hóttan ímóti fólkaheilsuni og vælferðarskipanini í Føroyum. Røktarheim mugu niðurleggja búpláss vegna manglandi starvsfólk, fáar og ongar umsóknir eru til ávís størv, tað er vónleyst at finna tímaløntar avloysarar vegna sjúku, summarferiuavloysarar mangla o.s.fr. Hetta er rættiliga álvarsligt og er í tøkum tíma, at ítøkilig átøk verða gjørd, eins og í hesum føri, at vit útbúgva fleiri sjúkrarøktar-frøðingar, við at taka tveir flokkar inn um árið.
Í sambandi við økta talið av lesandi, sum nú skulu í starvsvenjing, gevur hetta mongum høvuðbrýggj, tí klinisku útbúgvingarstøðini (tað, sum áður varð kallað praktikkplássini) vóru longu avmarkað áðrenn hetta, og tá nú talið av lesandi øktist, hvussu skal henda fløkta kabalin ganga upp, tá klinisku støðini frammanundan eru sperd og hava trongar karmar. Trúgv mær, at mínar arbeiðsroyndir hava givið mær vitan um, at klinisku støðini eru undir trýsti. Her mugu vit lyfta í felag, hugarokast um nýggjar møguleikar og skipanir.
Fyri nøkrum árum síðani vóru tey í Danmark í líknandi støðu. Í 2019 játtaði danska stjórnin at útbúgva 150 fleiri sjúkrarøktarfrøðingar árliga. Forkvinnan í Sygeplejestuderendes landssammenslutning SLS - ella á føroyskum - Ráði teirra lesandi í Danmark, hevði í fleiri greinum umrøtt avbjóðingina við øktum tørvum á kliniskum útbúgvingarstøðum, hóast hon fegnaðist um hesa játtan og samstundis ásannaði týdningin av at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar.
Forkvinnan í Ráði teirra lesandi í DK vísti á, at tað var neyðugt at útvega nýggj klinisk útbúgvingarpláss og støð, t.d. í almennum praksis, men hetta loysti bara partar av trupulleikanum. Talið av lesandi var høgt frammanundan á verandi kliniskum útbúgvingarstøðum og kundi ikki ókritiskt økjast, uttan at tað fekk avleiðingar fyri dygdina av klinisku undirvísingini, og tí var neyðugt at hugsa um nýggjar loysnir.
Hon vísti á, at tað er eisini stórur tørvur á kliniskum vegleiðarum. Sjúkrahúsverkið er undir so mikið stórum trýsti, at skjótt var at gloyma, at lesandi eru í kliniskum útbúgvingarstøðum fyri at læra og ikki sum eyka arbeiðsmegi fyri at lætta um trýstið á sjúkrahúsverkinum. Hon staðfesti, at kjarnuuppgávan hjá klinisku vegleiðarum er at vegleiða lesandi í at samanflætta ástøði og klinikk, og akkurát hetta hevur størstan týdning fyri førleikan at arbeiða sum nýútbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.
Spurningarnir, sum forkvinnan í Ráði teirra lesandi í Danmark setti í 2019, eru sami spurningar, sum vit í Føroyum kunnu seta í dag.
Ein donsk ph.d.-ritgerð frá 2010 hevur granskað í trivnaðinum hjá lesandi, tá tey eru í kliniskari útbúgving á sjúkrahúsdeildum.
Úrslitini vísa, at lesandi eru í einum paradoksi millum arbeiðsuppgávur og møguleikar fyri læring og menning. Tey lesandi eru á einum kliniskum útbúgvingarstaði fyri at læra, meðan arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum eru stýrandi fyri, hvørja læring og menning tey hava møguleika at nema sær.
Tey lesandi uppliva, at øðrumegin síggja sjúkrarøktarfrøðingar tey lesandi sum eina sjálvstøðuga eind við einum tillutaðum vegleiðara. Hinumegin uppliva tey lesandi, at sjúkrarøktarføðingarnir síggja seg sjálvar sum ein sjálvstøðugan bólk, sum er óheftur av lesandi og teirra tørvi á at mennast og trívast.
At brúka “studiurúm”, har lesandi og vegleiðarar brúka tíð saman, er í andsøgn við intentiónina og tekur í ov stóran mun lesandi burtur úr bólkinum av sjúkrarøktar-frøðingum.
Yvirskipað upplivdu lesandi, at tey bæði í arbeiðs- og sosialum høpi kendu seg einsamøll og uttan fyri bólkin, serliga um kliniski vegleiðarin ikki var til staðar. Hetta kundi verið atvoldin til mistrivnað. Henda gransking kann geva týdningarmikla vitan, tá vit skulu skipa nøktandi karmar og tillaga klinisku útbúgvingarstøðini til at taka væl ímóti økta talinum av lesandi.
Tann kliniski vegleiðarin hevur ómetaligan stóran týdning. Førleikin sum kliniskur vegleiðari skal ikki undirmetast og er neyðugur fyri at dygdin í klinisku undirvísingini kann varðveitast. Sum kliniskur vegleiðari hevur ein førleika til at fyriskipa, vegleiða, undirvísa og próvdøma/meta í klinisku undirvísingini.
Innihaldið í útbúgvingini til kliniskan vegleiðara er læruástøði, lærutilgongdir, læruumhvørvi, læruhættir, vegleiðing, vegleiðaraleiklutur, refleksjón, eftirmeting og døming.
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum byrjar í hesum døgum eitt stakskeið fyri kliniskar vegleiðarar við 50 luttakarum. Tað er eitt gott stig á leiðini.
Dagliga virka sjúkrarøktarfrøðingar sum vegleiðarar uttan at hava kliniska vegleiðaraútbúgving. Tað er neyðugt, og vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Fleiri av hesum hava ynski um at útbúgva seg, men tað hevur verið torført at fáa játtan til hesa útbúgving. Havi mangan upplivað, at starvsfólk, sum ikki hava útbúgving sum kliniskur vegleiðari, úttala seg um, at tey mangla amboð til at vegleiða nøktandi, kenna seg ráðaleys í truplum støðum, gerast ótrygg í metanini av læruúrtøkum o.s.v.
Tískil eiga vit ikki at halda okkum aftur at útbúgva kliniskar vegleiðarar, so klinisku útbúgvingarstøðini kunnu útvega dygdargóða vegleiðing og harvið viðvirka til, at dygdin í klinisku útbúgvingini verður varðveitt. Tað hevur verið ein tendensur til, at tað vóru viðbøtur, sum settu avmarkingar fyri, hvussu nógvir kliniskir vegleiðarar vóru á hvørjum kliniskum útbúgvingarstaði og ikki tørvurin á vegleiðarum.
Hetta er vónandi ein farin tíð, tí hetta ikki ein haldbar grundgeving longur.
Vónandi verður tað áhaldandi játtað starvsfólkum útbúgving sum kliniskir vegleiðarar, so leingi tørvur er á hesum førleikanum á klinisku útbúgvingarstøðunum. Við tvífaldum tali av lesandi er uttan iva støðugt tørvur á hesi útbúgving.
Eisini er tørvur á nýhugsan um, hvussu ein skipar býtið av vegleiðarum í mun til hvønn lesandi. Tað hevur verið siðvenja á fleiri kliniskum útbúgvingarstøðum, at hvør lesandi hevur tveir vegleiðarar. Við tvífaldaðum tali av lesandi verður ein stórur starvsfólkahópur áhaldandi virkin sum vegleiðarar árið runt.
Her mugu spurningar setast til, um hetta kann hava ta ávirkan, at vegleiðarar troyttast og til endans brenna út? Eru aðrir og nýggir hættir at skipa hetta eftir? Kann tað hugsast, at kliniskir vegleiðarar fáa høvuðsábyrgd av gongdini í klinisku starvsvenjingini, meðan dagligir vegleiðarar hava ábyrgd av at vegleiða á síni vakt, tá kliniski vegleiðarin ikki er har? Kann tað hugsast, at kliniskir vegleiðarar fáa ábyrgd av einum bólki av lesandi? Kann tað hugsast, at tað verða skipað vegleiðaratoymir, har kliniski vegleiðarin veitir fakliga ráðgeving og sparrar? Kann tað hugsast, at eldri lesandi vegleiða yngri lesandi? Tað eru uttan iva nógv onnur hugskot, og vit kunnu øll geva okkara ískoyti til møguligar loysnir, alt eftir hvat hóskar seg til hvørt einstakt kliniskt útbúgvingarstað.
Felagsnevnarin fyri hesum er at skapa eina mentan, har tað er ein kollektiv samhaldsføst ábyrgd og uppgáva at miðla sjúkrarøkt og vegleiða lesandi.
Tørvur er á at eftirmeta teir karmar sum kliniskir vegleiðarar arbeiða undir. Sjálvt tíðarskeiðið í kliniskari útbúgving hjá lesandi er væl fyriskipað við fastari gongd, við væntanarsamrøðu, miðvegissamrøðu, endaevaluering og lestraraktivitetum. Átti arbeiðsviðurskiftini hjá kliniskum vegleiðararum eisini verið betri skipað? Fyrisitingarligt arbeiði hevur næstan uttan undantak verið gjørt í frítíðini. Kann hugsast, at eitt ávíst tal av arbeiðsdøgum kann markast til fyrisitingarligt arbeiði, til kliniskar vegleiðarar, sum fylgja gongdini í klinisku útbúgvingini, har kliniski vegleiðarin t.d. kann skriva eftirmetingar og hava refklektiónssamrøður hesar dagar?
Møguleikarnir eru nógvir, um hetta verður væl skipað og kemur í eini fasta legu sum arbeiðsgongd.
At skapa góðar sømdir og arbeiðsviðurskifti er neyðugt. Givið er, at tað er ógjørligt hjá kliniskum vegleiðarum at røkja sítt starv og veita sjúkrarøkt til sjúklingar, búfólk ella borgarar, samstundis sum fyrisitingarligt arbeiði skal gerast.
Um umstøður hjá kliniskum vegleiðarum skulu betrast, er neyðugt at flyta okkum til eitt heilsuperspektiv á makro- og mesostigi. Tí tað her, at heimildin liggur til at skapa teir neyðugu karmarnar til kliniskar vegleiðarar og klinisku útbúgvingarstøðini í mun til nýggju støðuna og øktu uppgávuna.
Hetta má sjálvsagt vera í samstarvi við allar avvarðandi partar á øllum stigum.
Hetta leiðir tankarnir beinleiðis til sjúkrarøktarástøðið hjá Merry Scheel um interaktionella sjúkrarøktarpraksis.
Hon býtir sjúkrarøkt upp í ein samfelagsligan logikk og ein eginlogikk.
Samfelagslogikkurin er sjúkrarøkt á makro- og mesostigi. Hetta fevnir um tað, sum hon kallar universalistiskt stig so sum lóg, rættindi, raðfestingar, arbeiðsumstøður v.m. Hetta kann eisini kallast tað organisatioriska stigið, har fólkaheilsa er endamálið. Eginlogikkur er tað interna á mikroniveau og snýr seg um klinisku sjúkrarøktina og er vent móti sjúklinginum og avvarðandi.
Merry Scheel sigur at sjúkrarøktarfrøðingurin er skikkaður til og skal luttaka í kjakinum um raðfestingar í samfelagnum og í heilsuverkinum. Sjúkrarøktarfrøðingar hava eginleikan og innlitið, ið skal til, fyri at kunna síggja, skilja og miðla tørv frá mikro til makrostig, tvs. arbeiða interaktionelt á tí universalistiska stignum.
Um vælferð og fólkaheilsa er hótt vegna stóra trotið á sjúkrarøktarfrøðingum, og tað verður raðfest at tvífalda upptøku av lesandi, so er eisini umráðandi, at samfelagsligi logikkurin tekur avgerðir og fremur átøk sum sampakka við eginlogikkin.
Við øðrum orðum, hvussu kann dygd tryggjast í klinisku útbúgvingini við tvífaldaðum tali av lesandi?
Tað er greitt, at hetta krevur tøk á øllum stigum – bæði á micro-, meso- og macrostigi. At ábyrgdarhavandi starvsfólk á øllum stigum síggja samanhang millum tørvin í samfelagnum, heilsupolitiskar raðfestingar og organisatoriskar avgerðir, og samstarva um at gera neyðugar tillagingar og raðfestingar. Neyðugt er við tøkum líka frá starvsfólkum í klinisku røktini, til vara- og deildarleiðslur, til depilsleiðslur, varastjórar, stjórar, Setrið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið, og tey mugu vísa vilja og áræði til, at hetta skal eydnast so gott til ber.
Vit kunnu øll lættliga taka undir við eini felags visión um, at vit mugu hava fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og tískil útbúgva fleiri.
Men visiónin og viljin er sjáldan nóg mikið í sjálvum sær. Hetta krevur eina virkisætlan, nýhugsan, samstarv og ikki minst tillagaðar karmar. Hetta er neyðugt fyri, at tað skal vera samsvar millum teori og praksis, og hvat í veruleikanum fer fram á klinisku útbúgvingarstøðunum.
Men fyrst av øllum krevst ein mentan á bæði micro-, meso- og makronivaeu, sum viðurkennir, at kliniski útbúgvingarparturin er ein íløga í vælferðarsamfelagið og sjúkrarøktaryrkið í Føroyum. Ein mentan, sum inniber, at tað ikki bert eru kliniskir vegleiðarar, sum hava ábyrgd av at skapa eitt umhvørvi, har lesandi trívast, kenna seg vælkomnan, mennast og læra. Vit mugu sleppa tí hugburðinum um, at kliniskir vegleiðarar burturav eiga uppgávuna og ábyrgdina av vegleiðing. Kliniskir vegleiðarar eru høvuðsvegleiðarar, meðan vit øll eiga uppgávuna at vegleiða, tá kliniski vegleiðarin ikki er til staðar.
At vegleiða og miðla sjúkrarøkt er ábyrgdin hjá okkum øllum. Vit mugu skapa eina mentan, har miðlan av sjúkrarøkt og vegleiðing er ein kollektiv og samhaldsføst uppgáva og ábyrgd. Vit mugu læra frá okkum og miðla sjúkrarøkt sum ein náttúrligan part av okkara gerandisdegi í klinikkini.
Felags ábyrgdin hjá okkum øllum at vegleiða stendur eisini í yrkisetisku leiðreglunum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum siga, at sjúkrarøktarfrøðingurin hevur fakliga og etiska vegleiðaraábyrgd mótvegis heilsustarvsfólki, sum taka lut í røktar- og umsorganarstørvum, undir hesum eisini lesandi. Í sambandi við sjúkrarøktarfrøðingin og arbeiðsplássið siga yrkisetisku leiðreglurnar, at sjúkrarøktarfrøðingurin ger seg kunnugan við virðini, hugsjónirnar, málini og virki á arbeiðsplássinum og skal vera trúgvur mótvegis teimum í tann mun hesi samsvara við sjúkrarøktargrundarlagið og er við í kjaki og tiltøkum, sum kunnu betra umstøður á arbeiðsplássinum.
Vit mugu vera tilvitað um diskursin í hesum sambandi, og hvussu vit umtala støðuna, tí tað liggur nógv makt í diskursinum, sum blívur tann veruleiki, sum vit øll síggja.
Merry Scheel grundgevur fyri, at dialogurin hevur ein miðvísan leiklut í sjúkrarøktini, og vit mugu verða tilvitað um, at diskursurin er ein maktfaktorur, sum eisini kann broyta okkara uppfatan. Vit mugu umrøða økta talið av lesandi sum eina íløgu í vælferðina og sjúkrarøktina, heldur enn at tosa um byrðu, eyka tyngd ella økt trýst. Ein íløga er at leggja kapital í eitthvørt við teirri væntan, at fáa ein vinning burturúr. Í fluttari merking, at ein brúkar tíð, orku og tilfeingi til eina ávísa søk við tí væntan, at tað lønar seg.
Samanumtikið kann staðfestast, at tað, at útbúgva tveir flokkar av sjúkrarøktarfrøðingum árliga hevur stóran týdning fyri sjúkrarøktarfakið, fólkaheilsuna og vælferðina í Føroyum.
Hetta krevur samstarv og nýhugsan á makro-, meso- og mikrostigi.
Fyri at varðveita dygdina í klinisku útbúgvingini mugu vit áhaldandi útbúgva kliniskar vegleiðarar, samstundis sum arbeiðsviðurskiftini hjá kliniskum vegleiðarum mugu skipast betur við væl tilrættaløgdum arbeiðsgongdum.
Vit mugu skapa eina mentan, har tað at fáa lesandi at trívast og at vegleiða tey er ein kollektiv, samhaldsføst og felags uppgáva og ábyrgd.
Takk fyri og góðan aðalfund
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...