Røða hildin fyri Eivindi Weyhe á samkomu 27.4.12
30.04.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Røða hildin fyri Eivindi Weyhe á samkomu 27.4.12

Á fagnaðarløtuni fyri Eivindi Weyhe bar Malan Marnersdóttir, dekanur, fram hesa kvøðu:


EIVIND 70 ár

Kæri Eivind, hjartaliga til lukku við føðingardegnum flaggdagin.
Ikki er nóg mikið við tí. Eg má eisini siga stóra, stóra takk fyri tíðina, vit hava havt saman her á setrinum, men beinanvegin leggja afturat, gævi vit fáa mong góð og virkin ár afturat.

Tí tað er ikki bara føðingardag, vit halda fyri tær, men eisini almennur fráfaringardagur. Tað er soleiðis, at í heyst skrivaði Eivind Føroyamálsdeildini bræv, har hann segði frá, at hann fór at gevast í starvinum tann 30. apríl í ár. Tað er nú um fáar dagar.

Eivind kom beint frá próvtøkuborðinum í adjunktstarv í málfrøði á Fróðskaparsetrinum í november 1979. Hann hevði lisið norðurlendska filologi á universitetinum í Keypmannahavn og skrivað magistararitgerð um táttayrkingina. Tá í tíðini var magistaraútbúgving, stytt mag.art. – magister artium – hugvísindaliga granskaraútbúgvingin. Í dag samsvarar magistaraútbúgvingin kanska við MA-útbúgvingarnar og/ella ph.d. Eivind gjørdist lektari í 1994.

Eivind undirvísti í mong ár studentunum, sum seinni gjørdust miðnámsskúlalærarar í føroyskum. Námið kallaðist exam.art í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. Hetta exam.art.-námið var frá fyrst í 1970-árunum til seinast í 1980-árunum hægsta akademiska útbúgving til bar at fáa í føroyskum. Ikki bara í Føroyum, men í allari verðini. Síðani kom høvuðsgrein í føroyskum, sum var tvey ára framhaldslestur eftir exam.art. Fyri einum tíggju árum síðani hava allar útbúgvingarnar skift heiti og eita nú støðisnám, bachelor- og meistaranám – støðið, stigið og innihaldið í lestrinum er í høvuðsheitum tað sama, men eitt sindur øðrvísi skift sundur og sett saman.
 
Eivind undirvísti í almennum málvísindum og í ljóðfrøði, hann hevði føroyska mállæru, málsøgu og dialektir, hann hevur undirvíst í kvæðum og staðarnøvnum og á skeiðum í norðurlendskum málum. Eivind hevur á henda hátt sett dám á undirvísingina í føroyskum á øllum miðnámsskúlaøkinum, tí allir lærarar í føroyskum hava sína útbúgving av Føroyamálsdeildini.

Á høvuðsgreinini og seinni í MA-náminum hevur Eivind havt óteljandi skeið í sínum høvuðs- ella yndisgranskingarevni: kvæðum og kvæðahandritum. Henda undirvísingin hevur vakt áhuga og vísir, hvussu nær knýtt undirvísing og gransking eru. Tí fleiri av skeiðsevnunum síggjast aftur í greinum og bókum, Eivind hevur skrivað og givið út. Eitt nú tær virðismiklu bøkurnar Hentzasavn og
Í miðjum grasagarði.

Vísindaliga og undirvísingarliga hevur Eivindar partur so sanniliga ikki ligið eftir. Triðja partin í arbeiðsuppgávunum hjá fróðskaparseturslærarum, umsiting, hevur hann eisini røkt til lítar. Hann var í mong, mong ár valdur deildarleiðari á Føroyamálsdeildini, hann átók sær uppgávuna aftur, tá ið onnur høvdu forfall og var altíð góður at heita á í slíkum málum. Eivind hevði ábyrgdina av Staðanavnasavninum á deildini, hann arbeiddi við málførum og bandasavninum.  

Tú hevur allar dagar verið sera væl umtóktur undirvísari. Studentarnir hava øll árini bara borið tær tað besta, so vit onnur kundu hava orsøk til at øvunda tær tað.

Staðarnøvnini hava havt eitt stórt pláss í tínum arbeiði. Tú vart álitið, tá ið Matrikulstovan fyri í 1990-árunum skipaði fyri nýggjum Føroyakortum. Gekst um dalar og fjøll fyri at staðfesta staðarnøvnini og vita, hvar tey í veruleikanum vóru. Onkuntíð hava vit á deildini verið útferðir góðar summardagar, har vit hava notið gott av eyga tínum fyri fyribrigdum í landslagnum. Eina ferð vóru vit úti á Glyvursnesi, har tú fanst eina grótlaðing, sum tú helt mátti stava frá onkrum gerði. Gitti, at kanska høvdu tey havt grísar her, tí pork- og purk- nøvn eru har úti, Porkerisvatn t.d. - og so ikki at gloyma grannabygdina í Suðuroy, Porkeri.

Eivind hevur sum vera man eisini verið virkin í øðrum enn Setursviðurskiftum. Tað var tú, sum átti hugskotið, at tað átti at verið eitt fakfelag fyri tey, sum arbeiddu á granskingarstovnunum. Tú vart við til at innkalla til fyrireikandi fundirnar á heysti 1983, tá ið lunnarnir vóru lagdir undir tað, sum kom at eita Magistarafelagið.

Hann hevur tikið lut í orðaskiftinum í bløðunum um mál, og í 1996 gjørdi hann eitt uppskot til, hvussu stavsetingin kundi broytast, so hon gjørdist minni tvørlig at læra og fáa beina. Eitt nú skeyt hann upp at beina fyri ð-unum í endanum á bundnum hvørkikynsorðum og í 2. lýsingarhátti. Tað var eitt frískligt uppskot við skynsomum grundgevingum, men tað tepti orðaskiftið um stavsetingina í tí umfarinum.

Eg hitti Eivind á fyrsta sinni, meðan hann búði á Studentagarðinum í Keypmannahavn, og eg búði har eitt stutt skifti. Altíð var okkurt stuttligt og forvitnisligt at hoyra, har ið tú vart. Um tað var á Skarvi ella onkra aðrastaðni. Tú vart komin so langt í lestrinum tá, var um at gera teg lidnan, eg var akkurát byrjað og helt tað vera stórt, at tú við hvørt hirdi at siga okkurt við meg.

Annars er ikki einki samband okkara millum. Mammur okkara gingu í klassa saman í Vági. Men síðani lív okkara bóru við hvørt annað, hava vit virkað og fyri ein part livað her á Føroyamálsdeildini. Tí er tað eitt sindur tungt at ásanna, at tú hevur sagt upp, og at vit ikki longur skulu rokna við tær í undirvísingini og lívinum á deildini.

Men eg havi skilt, at tú vilt fegin halda fram at koma á deildina og arbeiða við tí, sum liggur vísindaliga hjarta tínum nær, kvæðahandritini og útgávan av teimum. Tað fara vit at játta tær og finna tær eitt pláss.

Kæri Eivind, takk fyri tíðina tú hevur verið okkum so hollur á Fróðskaparsetrinum og alt tað besta í framtíðini. Takk fyri vísindaligu íkøst tíni, sum vit nú hava fingið savnað í bókina Eivindaródn.

Malan