Røða til floksfelagar
03.07.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Røða til floksfelagar

Anna Sofía Hvítklett helt røðu fyri sínum floksfeløgum á hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum 27. juni


Góðan morgun øll somul og hjartaliga til lukku til tykkum, sum hava fingið, og sum fáa prógv í dag. Tað er mær ein stórur heiður at standa her í dag og umboða mínar floksfelagar og mín skúla.

Sum børn hava vit øll okkara dreymar. Dreymurin um at gerast lærari byrjaði longu, tá ið eg sum sjey ára gomul gekk í fyrsta flokki. So tit kunnu bara ætla gleðina, ið eg føldi, tá ið eg fyri fýra árum síðani móttók eitt bræv frá Læraraskúlanum, ið segði, at eg var upptikin sum næmingur. Og í dag standi eg her saman við mínum floksfelagum við tí prógvi, ið mær hevur longst eftir í so nógv ár.

Fyri skjótt fýra árum síðani sótu umleið 67 fólk, ið ikki kendu hvønn annan, inni í aulini á Læraraskúlanum og tordu knapt at hyggja upp á hvønn annan. Men eftir ein hugnaligan, skemtingarsaman og ógloymandi seturskúla saman við lærarunum, varð smædnið skjótt gloymt.

Hesi árini á Læraraskúlanum hava givið okkum ótrúliga nógv. Hóast próvtøkur og lesnaður til tíðir hava verið strævin, so viga hesar stundir einki ímóti tí gleði og stuttleika, vit hava havt saman á skúlanum. Vit næmingar hava verið ótrúliga góðir við hvønn annan og hava stuðlað hvørjum øðrum, bæði tá ið tað hevur gingið við, og tá ið tað hevur gingið ímóti. Lesnaðurin hevur verið avbjóðandi, men eisini gevandi og spennandi. Í starvslærum hava vit fingið høvi at royna okkara førleikar sum lærarar - ikki bara í okkara kæra heimlandi, men eisini í fjarskotnum londum so sum India og Ný Sælandi. Og nú stendur ein nýggjur kapittul fyri framman, har vit veruliga sleppa at royna okkum og allan tann lærdóm, vit hava fingið, í verki. Vit kunnu einans vóna og arbeiða hart fyri at gerast eins góðir lærarar og fyrimyndir í lívunum hjá okkara komandi næmingum, sum okkara lærarar hava verið fyri okkum.

Tí er tað, at hóast gleðin er ómetaliga stór í dag, er tad eisini við sorgblídni, at vit í dag siga færvæl við okkara lærarar og skúla, ið er vorðin okkum so kærur.

At enda vil eg siga, at mangan verður sagt, at lesnaðarlívið til tíðir kann tykjast fátæksligt fíggjarliga, men einki kann samanberast við tann ríkdóm, ið vit hava fingið á Læraraskúlanum bæði av lærdómi og ótrúliga góðum og lívslongum vinum.

1000 takk fyri okkum í 4. L.

Anna Sofía Hvítklett