Royndur granskari og undirvísari vitjar á Søgu- og Samfelagsdeildina
Royndi granskarin og undirvísarin Uffe Østergård, professari á CBS, vitjar í hesum døgum á Søgu- og Samfelagsdeildini.
Uffe Østergård, professari í europæiskari- og danskari søgu á Department for Business and Politics, Copenhagen Business School, vitjar í hesum døgum á Søgu- og Samfelagsdeildini, har hann undirvísir triðja árs lesandi á søgu- og stjórnmálafrøði.
Uffe Østergård, føddur í 1945, er ein royndur granskari og sera livandi undirvísari. Hann bleiv "kendur" her á landi eftir ráðstevnuna um Útnorður í Norðurlandahúsinum , tá hann segði, “Det danske rigsfællesskabs historie er historien om 350 års dansk nederlag.”
Hann hevur skrivað um danskan nationalan identitet, national politikk og europæiskan nationalan polikk. Uffe hevur granskað á Harvard í USA, European University í Firenze, og í 1988-89 undirvísti og granskaði hann á Fróðskaparsetri Føroya.
Sí meira um Uffa Østergård her
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...