Runa Preeti Ísfeld verjir ph.d.-ritgerð
Fríggjadagin 21. juni 2019 kl. 13 verjir Runa Preeti Ísfeld sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll
Beinleiðis stroyming av verjuni kann síggjast her
Heitið á ritgerðini er:
"Marriage Migrants to the Faroe Islands: An Analysis of the Life-World of Non-Western Women Married to the Faroe Islands"
Endamálið við ritgerðini er útvega kunnleika um kvinnur, ið velja at flyta úr syðra partinum av heiminum og til eitt nýtt land - Føroyar - fyri at fara í hjúnaband við ein mann her á landi. Lívsroyndir og sjónarhorn hjá kvinnuligum hjúnabandstilflytarum verða viðgjørdar í ritgerðini. Kvinnurnar úr londum í “triðja” heiminum uppliva mangan stereotypisering og stigmatisering grundað einfalt á teirra landafrøðiliga uppruna.
Dómsnevnd:
Firouz Gaini (formaður), lektari, Fróðskaparsetur Føroya
Mai Camilla Munkejord, granskingarprofessari, NORCE Norwegian Research Centre AS
Steven Arnfjord, lektari, Ilisimatusarfik
Vegleiðarar:
Helene Pristed Nielsen, lektari, Aalborg Universitet
Gestur Hovgaard, lektari, Fróðskaparsetur Føroya
Verjan, sum er almenn, verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju fríggjadagin 21. juni 2019 og byrjar stundisliga kl. 13.
Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.
Fróðskaparsetur Føroya
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...