Rune Palm 1948–2013
Rúnaserfrøðingurin Rune Palm úr Stokkhólmi, sum andaðist herfyri, hevði m.a. sera stóran áhuga fyri teirri norðurlendsku málhugsjónini: at fremja málfatanina millum Norðurlond.
Tann svenski mál- og rúnagranskarin Rune Palm, professari, er deyður. Hann fekk ein hjartatilburð í sambandi við eina konsert hjá Bob Dylan leygarkvøldið 12. oktober 2013. Hann hevði tá í longri tíð drigist við ringa sjúku, og nú orkaði hann ikki longur.
Rune Palm vardi sína doktararitgerð Runor och regionalitet í 1992 á norðurlendsku deildini á universitetinum í Stokkhólmi. Hann var virkin sum lærari, granskari og lestrarrektari. Umframt tann stóra áhugan fyri at fremja ta norðurlendsku málfatanina millum norðurlendsk lesandi, hevði hann serliga stóran áhuga fyri málsøguligum greinum, rúnafrøði, forníslendskum, fornsvenskum, gamlari skrift og málsøgu. Hóast vánaliga heilsu ta seinastu tíðina helt hann á at undirvísa og hevði so seint sum í vár eitt væl vitjað skeið í gotiskum.
Í 2004 kom bókin Vikingarnas språk út, og eg hevði ta gleði at fáa eitt eintak frá høvundinum í sambandi við Nordkursársfundin, sum vit hildu umborð á Hurtigruta frá Tróndheimi norður til Tromsø tað árið.
Rune hevði í fleiri ár ábyrgdina av Nordkurs-skeiðunum í Svøríki og sendi nógvar svenskar studentar á skeið m.a. í føroyskum, eins og hann tók ímóti nógvum lesandi úr øðrum Norðurlondum. Á Nordkursársfundinum nú í heyst, sum varð hildin á deildini hjá Palm í Stokkhólmi, var hann við. Hóast nógv viknaður, var hann fegin um at fáa høvi at luttaka á fundinum, sum skuldi vísa seg at vera tann seinasti hjá honum.
Við Rune Palm hava Norðurlond mist ein víðskygdan og eldhugaðan málfrøðing, og vit kunnu við eini orðing, sum ofta er at síggja á rúnasteinum, siga, at við deyða hansara, hava vit mist “dreng góðan”.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...