MBL0166815.jpg
03.04.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi
Skriva út

Rutur og røtur í norðuratlantiskari ferðavinnu

Komandi summar í døgunum 16.-18. august 2019 verður  Frændafundur nr. 10 hildin í Tórshavn 

GG Freistin at lata úrdrátt inn er longd til 15. mai!
Granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands bjóðar øllum áhugaðum til ráðstevnu 16.-18. august 2019 við evninum ferðavinna/ferðafrøði sum høvuðsevni. Verkstovur verða eisini um onnur viðurskifti, sum viðvíkja sambandinum millum Føroyar og Ísland. Ráðstevnan verður hildin á Fróðskaparsetri Føroya (Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja, Tórshavn). Tey, sum hava áhuga fyri at halda ein fyrilestur um ferðavinnu ella eitthvørt annað evni, skulu senda sítt abstrakt til Lenu Reinert innan 15. mai: lenar@setur.fo (250-400 orð). Hvør fyrilestur skal vera 30 minuttir, spurningar og umrøða íroknað. Fyrilestrarnir skulu helst vera antin á føroyskum ella íslendskum, men til ber eisini at halda sín fyrilestur á hinum norðurlendsku málunum ella á enskum.

4 høvuðsfyrilestrar verða á ráðstevnuni innan høvuðsevni ferðavinna/ferðafrøði:

  • Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, Jarðfeingi og Barbara Biskupstø Hansen, jarðfrøðingur, Jarðfeingi
  • Benedikt Hjartarson, Ph.d., professari í bókmentum í almennari bókmentafrøði, Háskóli Íslands
  • Katrin Anna Lund, Ph.d., professari í sosialantropologi  (Ferðamálafræði), Háskóli Íslands
  • Bergur Rønne Moberg, Ph.d., lektari í norðurlendskum bókmentum, Fróðskaparsetur Føroya

Lýsing av høvuðsevni til Frændafund nr. 10, Tórshavn 16.-18. august 2019

Skrá fyri fundin kemur seinni

Nærri kunning um granskingarsamstarvið Frændafundir sæst HER