RYE: Sirkus og stuttfilmur
Eftir tveir intensivir dagar í ”Sirkus” umframt ein stuttfilm og nógvar upplivingar ríkari, fóru ungu íverksetararnir úr Norðurírlandi, Grønlandi og Finnlandi heimaftur.
Hetta var úrslitið av tiltaki fyri ungfólk, ið høvdu stovnað egið virki, ið Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning skipaði fyri í Føroyum 21. og 22. august. Talan er um eina NPP verkætlan, har málið er at menna ítøkilig úrslit, sí: www.northernperiphery.eu
Tað var kreativa og spennandi umhvørvi í Sirkus, ið Sunnevá Háberg Eystursetin rekur, ið var karmur um verkstovuna RYE – Rural Youth Entrepreneurship. Luttakarnir, sum vóru ungir íverksetarar úr Norðurírlandi, Grønlandi, Finnlandi og Føroyum, fingu handað eina uppgávu frá verkætlanarleiðsluni. Uppgávan skuldi loysast á verkstovuni og úrslitið vísast fram á almennari samkomu í Østrøm dagin eftir.
Uppgávan, tey ungu fingu, var at gera ein stuttfilm, ið lýsti evnið: Føroyar og íverksetan. Málið var at knýta bond, netverka og læra av royndum hjá hvørjum øðrum.
Hugagóðir fóru luttakararnir til verka. Fyrst var vitjað á Blok Studio, hjá Jóna Blik, hetta fyri at fáa íblástur og gongd á samansjóðing og skipan av uppgávuni.
Tað var unga sjónleikarakvinnan, instruktørurin og íverksetin, Sóley Danielsen, sum samskipaði verkstovuna í hølunum hjá Sirkus, har ungdómarnir hugagóðir vóru til verka.
Sum ein partur av kunningini um føroyskar íverksetarar, var m.a. farið umborð á Norðlýsið, har Birgir Enni borðreiddi við fiskasuppu, og aftaná var farið til Fuglafjarðar á konsert hjá Teiti. Aftan á konsertina greiddi Teitur frá sínum royndum sum íverkseti.
Dagin eftir, á almennum tiltakið í Østrøm, var úrslitið av samstarvinum lagt fram. Filmurin gjørdist eitt kreativt innslag, ið vísti, at samstarv millum ymiskar mentanir als ikki er ein forðing, men heldur ein góður møguleiki.
Í eftirmetingini av arbeiðstiltakinum hjá teimum ungu var sagt, at samstarv og netverk er sera umráðandi. Ein kann sum íverksetari skjótt kenna seg einsamallan og avbyrgdan, um tað ikki eru forum, har ein kann hitta onnur, ið eru í somu støðu.
Í dag er samstarv og netverk eisini avgerandi neyðugt, tá ein fyritøka skal møta avbjóðingunum á globala marknaðinum. Fyritøkan er noydd at kenna spælireglurnar, og tá er sambandið við onnur, ið virka innan somu skipanir og hava somu avbjóðingar, gull vert.
Teir ungu íverksetararnir, sum umboðaðu Føroyar á verkstovuni vóru m.a. Sirkus, Fjøllini Dansa, Blok Studio, Defined Energy Sp/f, Sóley Danielsen, Røddin, Marius Ziska o.o.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...