RYE: Ungdómur við hópin av hugskotum
RYE-verkætlanin: Ísur í seyðahorni og tæra-snaks, jú ungdómurin hevur nógv hugskot.
Ísur í seyðahorni og tæra-snaks, eru bara tvey av mongu hugskotunum, ið næmingarnir á Handilsskúlanum í Kambsdali og á Tekniska Skúla í Klaksvík komu við, á skeiðið, ið Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning skipaði fyri tann 21.august.
Tað var nógv royndi skeiðsleiðarin Gerry Ford frá virkinum Advantage (www.advantage.ir) úr Norður Írlandi, ið undirvísti. Gerry Ford arbeiðir dagliga við íverksetan millum ung, kring allan heim. Serliga í krígsraktum økjum, har málið er, at fáa ungfólk at gerast virkin og skapa síni egnu arbeiðspláss, sum ein liður í at menna landið aftur.
Gerry dugdi á sín sera undirhaldandi hátt, at vekja áhugan hjá teimum ungu fyri at klekja hugskot. Næmingarnir vóru býttir upp í bólkar á 4 og 5. Aftaná eina løtu við spæli, har málið var at fáa næmingarnar at hugsa ”út av eggini” burtur frá tí kenda og vanliga, fóru tey í gongd við klekingina.
Aftaná 3 tímar við áhaldandi menning av hugskotum, framløgum og víðarimenning av vøruhugskotum, vóru næmingarnir samdir um, at væl var komið burtur úr. Nógv undaraðust á hvussu lætt tað í veruleikanum var at finna uppá, og hvussu kreativ nógv hugskot vóru, tó uttan at vara veruleikafjarð.
Málið við skeiðinum var, at síggja í hvønn mun føroyskir ungdómar taka lut í einari hugskots tilgongd, hetta fyri at samanbera tað við royndunum vit hava av sama slag skeiðum í Norður Írlandi, Grønlandi og Finnlandi. Úrslitið sal brúkast til at menna heimasíðuna, sum er partur av verkætlanini, soleiðis at hon gerst so viðkomandi og brúkbar í øllum londunum.
Tiltakið í Føroyum vísti okkum, at føroyski ungdómurin er eins kreativur og ungdómurin í okkara grannalondum, og sum nevnt skortaði tað ikki upp á nýmennandi hugskot.
RYE – Rural Youth Entrepreneurship, er ein NPP verkætlan, sum Granskingardepilin hevur arbeitt við síðani 2011. Málið er at finna ein leist, ið megnar at samskipa alt tað virksemi, ið fevnur um ung og íverksetan í Føroyum og hinum luttakaralondunum, og framleiða eina heimasíðu, ið kann brúkast sum amboð í hesum arbeiðið.
Í Føroyum arbeiða m.a. Miðnámsskúlarnir og Íverksetarahúsið við at fáa íverksetan kent millum ungfólk. Undirvísing, kappingar og onnur tiltøk eru ment, til tess at skapa áhuga millum børn og ung fyri íverksetan. Hetta verður gjørt fyri at vísa komandi ættarliðið, at tey kunnu skapa sítt egna arbeiðspláss, tá tey einaferð fara út um skúlagátt og skulu leggja framtíðar ætlanir.
Tey samfeløg, ið hava nógvar íverksetarar vísa seg at hava bestu menningarmøguleikarnir. Føroyar hava serligar avbjóðingar tá tað kemur til ungdómin. Hetta tí so stórur partur fer av landinum at nema sær útbúgving. Samstundis eru tað nógvir ungdómar, ið standa fyri valinum at venda heimaftur eftir lokna útbúgving. Tá er umráðandi, at íverksetan er eitt val, og at tey hava kunnleika til, og ikki minst umstøður, at velja at stovnað egið virkið.
Íverksetan var eisini eitt av tiltøkum, ið: Heildarætlan- Fólkaflyting og fólkavøkstur vísir á, sum eitt av amboðunum at menna Føroyar og tryggja fólkavøkstur. (http://vmr.fo/Default.aspx?ID=13475)
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...