![](https://setur.cdn.fo/savn/z2smpahc/sacs-2024-bolkamynd.jpg?width=624&height=350&rmode=crop&s=w28X1hJenRua2tTS0O6GQryzScg)
SACS 2024: Altjóða skeið í Tansania um landgrunsrætt
Hesa vikuna verður skeiðið í havrætti, Summer Academy on the Continental Shelf 2024 (SACS), í samstarvi við African Institute of International Law (AIIL), hildið í Arusha í Tansania
SACS er partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Jarðfeingi og danska GEUS.
Árliga skeiðið hevur til endamáls at menna førleikar hjá menningarlondum, tá talan er um landgrunsviðurskifti, har Føroyar hava holla vitan og royndir.
Tað er í høvuðsheitum fíggjað av játtanini til menningarsamstarv, sum verður umsitin av Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL.
Luttakaratalið í ár er methøgt.
Teir 41 luttakararnir eru úr 18 ymiskum londum, harav 15 londum í Afrika. Fleiri teirra eru framstandandi limir í heimligum landgrunsverkætlanum, har tey arbeiða við at tryggja sínum londum allan tann landgrunn, sum tey sambært Havrættarsáttmála ST hava rætt til. Umframt at stuðla hesum arbeiði teirra, er SACS við til at styrkja Føroyar sum vitanarsamfelag úti í heimi.
Undirvísarar á skeiðinum eru m.a. føroyingarnir Bjørn Kunoy, professari í løgfrøði á Setrinum og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og fyrrverandi limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS), og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Millum aðrar undirvísarar eru dómarar í altjóða dómstólum og limir í CLCS, øll úr Afrika.
- 28.06.2024211 setursprógv, myndir og røðurNú árið er gjørt upp eftir prógvhandarnirnar, hava 211 fi...
- 28.06.2024 Setrið Lestrarskrivstovan- Kom og les á okkara universitetiNú nærkast umsóknarfreistin at søkja um lestrarpláss á Fr...
- 28.06.2024 Setrið NáttúruvísindadeildinLesandi funnið nýggja klukku í SandoynniÍ hesi vikuni hava lívfrøðilesandi á Náttúruvísindadeildi...