SACS – Altjóða skeið á Fróðskaparsetri Føroya um landgrunsrættindi
29.01.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

SACS – Altjóða skeið á Fróðskaparsetri Føroya um landgrunsrættindi

Í døgunum 21.-28. juni 2014 verður skipað fyri einum altjóða summarskeiði á Fróðskaparsetri Føroya um vísindalig og altjóðarættarlig atlit í tilknýti til landgrunnin.


Skeiðsheitið er SACS (Summer Academy on the Continental Shelf).

Skeiðsluttakararnir skulu lesa eina røð av vísindaligum greinum, dómsúrskurðum og viðmælum frá Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða v.m., sum síðani verða viðgjørd saman við undirvísarunum, eins og nortið verður við tilgongdina og uppgávuna hjá landgrunsnevndini í sambandi við marknaseting.

Tey lesandi fáa gott innlit í grundarlagið fyri altjóða rættindum á landgrunninum innan fyri eins væl og uttan fyri 200 fjórðingar – og munin teirra millum. Somuleiðis fáa tey lesandi grundleggjandi innlit í uppgávuna og arbeiðið hjá landgrunsnevndini, og tey læra mannagongdir fyri at áseta landgrunsmørk umframt at útgreina galdandi rættvísismát í marknamálum, har tvey ella fleiri lond hava umskarandi landgrunn.

Lærarar á hesum summarskeiði telja dómarar í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg, limir í landgrunsnevndini og í altjóða havbotnsmyndugleikanum hjá ST umframt aðrar serfrøðingar í havrætti og jarðvísundum við altjóða royndum innan landgrunsrættindi og marknaseting.

Skeiðið er ætlað luttakarum við serligum áhuga og/ella royndum við atliti at landgrunsrættindum – antin gjøgnum viðkomandi arbeiði á nóg høgum stigi ella gjøgnum hægri lesnað og gransking. Allir luttakarar skulu hava eina útbúgving, sum svarar til Bachelor ella hægri.

Pláss er til 25 skeiðsluttakarar úr øllum heiminum, harav nøkur pláss verða sett av til masterlesandi á Fróðskaparsetrinum, og fyrireikararnir vóna, at eisini aðrir áhugaðir føroyingar fara at søkja um luttøku.
Summarskeiðið endar við skrivligari roynd, og góðkent prógv gevur 5 ECTS stig (European Credit Transfer System).

Umsóknir skulu sendast Fróðskaparsetri Føroya í seinasta lagi 15. februar. Skeiðskostnaðurin er 500 evrur.

Meira fæst at vita um summarskeiðið á heimasíðuni www.setur.fo/sacs/