SACS skeið 2018
Skriva út

SACS skeið 2018

Komandi summar verður aftur skipað fyri "Summer Academy on the Continental Shelf" (SACS) skeiði, sum hesuferð verður hildið í Tanzania


Fróðskaparsetrið er gingið saman við African Institute of International Law í Arusha, Tanzania, um at fremja samstarv millum partarnar um útbúgving og gransking, virðismenning, sínámillum kunning og vitanaruppbygging innan evni av felags áhuga.

Fyrsta ítøkiliga tiltak partanna millum verður skeiðið Summer Academy on the Continental Shelf (SACS), sum skal haldast í Arusha í apríl 2018.

Endamálið við hesum skeiði er at veita innlit í altjóðarættarlig og vísindalig atlit, ið eru grundleggjandi fyri rættarreglurnar í tilknýti til landgrunnin.

SACS varð hildið í Føroyum í 2014, 2015 og 2016, men fyri at fremja luttøku frá menningarlondum hevur landsstýrið játtað stuðul til hesaferð at flyta tiltakið til Tansania.

Umleið átta lærarar verða á SACS. Teir telja dómarar í altjóða dómstólinum í Haag, limir í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða og í altjóða havbotnsmyndugleikanum hjá ST umframt aðrar føroyskar og afrikanskar v.m. serfrøðingar í altjóða lóg og jarðvísundum við altjóða royndum innan landgrunsrættindi og marknaseting.

Størsti parturin av teimum 32 skeiðsluttakarunum fara hesaferð at koma úr Afrika og øðrum menningarlondum kring heimin, men pláss verður eisini til ávíst tal av sjálvfíggjaðum luttakarum úr ymiskum framkomnum londum umframt ein lesandi á Setrinum.

Meira er at lesa um Summer Academy on the Continental Shelf (SACS) á heimasíðu setursins HER