Fróðskapur
02.10.2007
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Sæteren ved Argisbrekka - Ditlev Mahler

Fróðskapur hevur givið út ritgerðina Sæteren ved Argisbrekka. Økonomiske forandringer på Færøerne i vikingetid og tidlig middelalder. Tórshavn 2007, 525 síður, myndir. Kr. 328 - ISBN: 978-99918-65-13-3


Forlagið Fróðskapur hevur givið út bók um fornfrøðiliga útgrevsturin undir Argisbrekku við Eiðisvatn í árunum 1985-87. Ditlev L. Mahler hevur skrivað, og bókin nevnist “Sæteren ved Argisbrekka. Økonomiske forandringer på Færøerne i vikingetid og tidlig middelalder”. 

Útgrevsturin undir Argisbrekku var eitt samstarv millum elfelagið SEV og Føroya Fornminnissavn fyri at tryggja tær fornfrøðiligu leivdirnar í økinum, sum fóru undir vatn í sambandi við vatnorkuútbyggingina hjá SEV. Fornfrøðingarnir funnu í minsta lagi 19 húsatoftir eystaru megin Eiðisvatn niðanfyri Argisbrekku, og í ritgerðini leggur høvundurin, sum leiddi útgrevsturin, nágreiniliga fornfrøðiligu úrslitini og ber fram próvgrundir fyri, at talan er um eitt ærgi. 

Einaferð í 800-árunum stovnaði ein garður á Eiði eitt útbúgv ella ærgi við Eiðisvatn. Har hildu tey húsdýr síni um summarið, og tey av húsfólkunum, sum búðu á ærginum, mjólkaðu dýrunum og gjørdu mjólkina til. Ærgið undir Argisbrekku er útbygt í fleiri stigum, og í 1000-árunum ella kanska eitt sindur seinni verður tað frágingið. Við egnum kanningum og kanningum hjá øðrum vísur Ditlev Mahler, at ærgi vóru vanlig í Føroyum í víkingatíð og tíðliga í miðøld. Eisini verða gjørdar samanberingar við onnur lond í Norðuratlantshavi og víst, at ærgisbúskapur var rættiliga útbreiddur. Í Føroyum hvørvur ærgisbúskapurin í 1100 ella 1200 árunum, og ístaðin kemur tað slagið av seyðahaldi í haganum, sum vit enn kenna. 

Við stórum nærlagni gjøgnumgongur høvundurin ymisk viðurskifti, sum kunnu hava givið orsøk til hesa gongd. Bókin er eitt gott dømi um hugvísindaliga grundgransking og fornfrøðiliga nyttugransking. Handritið til bókina varð í 1993 varð sum Ph.D ritgerð við lærda háskúlan í Keypmannahavn.

Bókin er 525 síður og kostar kr. 328.