Sálarfrøðingur vegleiðir lesandi
Í morgin 2. apríl fáa øll lesandi høvi til at hitta Kristian Eli Andersen, sálarfrøðing, sum hevur góð ráð um, hvussu tamarhald kann fáast á ógagnligar mentalar mekanismur
Tað eru lestrarvegleiðararnir á Setrinum, sum hava boðið sálarfrøðinginum á talgildan fund á zoom í morgin fyrrapart.
Kristian Eli Andersen, sum er serfrøðingur í metakognitivari terapi, fer at hava tvær framløgur. Onnur verður klokkan 10 á enskum, og hin klokkan 11 á føroyskum. Hvør framløga verður hálvan tíma, og síðani fáa lesandi høvi at seta spurningar í 15 minuttir.
Í framløguni fáa lesandi vitan um tær ógagnligu mentalu mekanismurnar, sum ofta stinga seg upp í svárum støðum. Harumframt fer Kristian Eli Andersen at greiða frá, hvussu lesandi kunnu broyta mentalu mekanismurnar, soleiðis at gjørligt verður at trívast og fáa tamarhald á avbjóðingunum, hóast nógv stendur á.
Endamálið er at geva lesandi nøkur ítøkilig amboð, so lættari verður at savna seg um lesturin og avrika á besta hátt.
Eisini verður tosað um at handfara truplar tankar og kenslur, soleiðis at hesar ikki sleppa at stýra uppmerkseminum og atferðini.
Lestrarvegleiðararnir, Kirstin, Johild og Paulina hava sent lesandi upplýsingar og leinki til fundin í teldubrævi.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...