Annika Sølvará
08.02.2007
Skriva út

Sámal Blak fingið 60.000,- í gávugóðsi

Tað varð Sámal Blak, myndahøggari og listamálari, ið fekk heiðurin at fáa gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Elin Súsanna Jacobsen, vararektari, handaði unga listamanninum tær 60.000,- ið hesaferð vórðu latnar.


Í grundgevingini fyri at geva Sámali Blak gávuðgóðs úr grunninu, hava Jóan Pauli Joensen, Magnus Tausen og Oddfríður M. Rasmussen skrivað soleiðis:

Sámal Blak hevur hóast síni bara 23 ár longu víst hegni og fjølbroyttar skapanargávur á fleiri listarligum økjum. Hann ger høggmyndir, málningar, pallmyndir og fløguhúsar. Hann hevur sýnt verk síni á Ólavsøkuframsýning og Várframsýning og hevur eisini havt sjálvstøðuga framsýning í Mentamálaráðnum. Hugurin til listina var sjónligur longu í barnaárunum. Hann legði sær miðvíst ferðarmál soleiðis, at hann fekk listarligar upplivingar og íblástur.

Sámal setur sær sjálvum og teimum rundan um seg stór listarlig krøv. Hann var eitt skifti á høggmyndaskúlanum The Frink School of Figurative Sculpture í Stoke-on-Trent í Onglandi. Hann er nú innskrivaður á St. Martins’ College of Art and Design í London, sum er millum fremstu stovnar á økinum.

Tað er fyri at Sámal skal fáa umstøður at menna seg listarliga, at Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum letur honum hesa gávu.

Dýrt at lesa í London
Sámal Blak segði í viðmerking aftaná handanina, at “tað hjálpir mær – ikki bara fíggjarliga – men tað gevur mær eisini moralskan stuðul”. 

“Eg gjørdist bilsin”, sigur Sámal í samrøðu stutt innan handanina. “Eg hevði ikki hugsað um, at tað var ein møguleiki. So tað kemur væl við, helst tá man býr í London”, greiður Sámal frá.

“Beint nú búgvi eg á einum kollegii, har tað er ein hampiligur prísur at leiga, umleið 4.000 krónur. Men vanliga kostar tað 8.000 krónur um mánaðin at búgva í London. Hartil koma útreiðslur til mat, ferðing og ikki minst til at keypa tilfari til útbúgvingina. Á skúlanum skulu vit keypa alt tilfarið sjálvi. Vit fáa ikki ein pinn frá skúlanum.”

Fakið, ið Sámal Blak lesur eitur nágreiniliga “Theatre: Design for Performance”, og er eitt fak, ið minnir nógv um scenografi, ið er fakið aftanfyri uppseting av m.a. pallmyndum

Og tað er nógv tilfar, ið skal keypast til eina slíka útbúgving: tekniborð, lím, máling, amboð, pappír og mangt annað. “Og man brúkar nokkso nógv av tí”, greiðir Sámal Blak frá: “Og so er tað sjálvandi eisini bara tað at síggja ymisk ting. Tað kostar. Listasøvnini eru væl at merkja ókeypis, men um man skal fylgja eitt sindur við framførslum og øðrum, so er tað nakað, ið kostar.”

Sostatt er einki at ivast í, at gávugóðsið fellir á eitt turt stað, tí tað er sum kunnugt sera dýrt at liva í London, eisini hóast lesturin verður goldin við stuðli úr ÚSUN og at Sámal fær danskan SU-stuðul.

Thorvaldsdagur
Gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er ein serstøk skipan. Talan er ikki um ein grunn, haðan til bera at søkja um stuðul. Nei, talan er um ein gávu, ið á hvørjum ári verður latin einum ungum listarfólki. Stuðulin verður latin á hvørjum ári 8. februar, ið er føðingardagur Thorvalds Poulsen. Hann varð føddur í 1912 og starvaðist sum gartnari í Havn og hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list.

Tí er føðingardagur Thorvalds Poulsen av Steinum vorðin ein føðingardagur við umvendum fortekni, tí meðan tað er vanligt at fáa gávur, tá ein fyllir, er tað í hesum føri føðingardagsbarnið, ið letur gávu til óvæntaðan móttakara. Higartil hevur Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum so latið 485.000 krónur til 11 ymisk listafólk.