18.05.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Samansett MA-prógv

Heini Olsen úr Klaksvík hevur lokið samansett MA-prógv í føroyskum og donskum. Hann hevur lisið føroyskt á Føroyamálsdeildini og danskt á Københavns Universitet.


Samansett MA er ein serlig útbúgving, ið gevur undirvísingarførleika á miðnámsskúlastiði. Kravið er, at tikið verður høvuðsnám á Føroyamálsdeildini og hjánám antin frá Fróðskaparsetri Føroya ella øðrum hægri lærustovni. Umframt hetta skal høvuðsritgerð skrivast í høvuðsnáminum.


Aftan á setan á miðnámsskúla skal harumframt takast námsfrøðiskeið.


Samansett MA:
Høvuðsgrein: 180 ECTS
Hjánám: 120 ECTS
Høvuðsritgerð: 30 ECTS
Námsfrøðiskeið