Samantvinna mál, undirvísing og gransking í Norðurlondum
Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini, er av Mentamálaráðnum vald í Serfrøðingabólkin Málráð Norðurlanda (Ekspertgruppen Nordens sprogråd). Málið við hesi nevnd er at samantvinna mál, undirvísing og gransking í Norðurlondum
Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini, er av Mentamálaráðnum vald í Serfrøðingabólkin Málráð Norðurlanda (Ekspertgruppen Nordens sprogråd). Henda nevnd er úrslit av ymsum samanleggingum og broytingum og málið við hesi nevnd er at samantvinna mál, undirvísing og gransking í Norðurlondum. Limirnir í nevndini eru valdir millum fólk, sum arbeiða og hava innlit í málfatan hjá ungum og børnum, og teirra førleiki fevnir um øll øki, sum hava við málfatan at gera, alt frá máldidaktikki til miðlabrúk.
Norðurlendska ráðharraráðið gjørdi eina málsamtykt í 2006, tí tey ásannaðu, at tørvur var á einum nýggjum málpolitikki, sum skuldi tryggja heildina og samanheingin í øllum máltiltøkunum, ið Norðurlendska ráðharraráðið hevur ábyrgdina av. Eitt av úrslitunum av hesi ásannan var, at mentanar-, undirvísingar- og granskingargeirin setti Serfrøðingabólkin Málráð Norðurlanda, sum á árligum fundi yvirskipað er við í ráðlegging, metir um úrslit av ymsum átøkum og er við til at leggja til rættis framtíðarverkætlanir.
At seta málsamtyktina í verk hava londini hvør sær ábyrgdina av. Uppgávan hjá Serfrøðingabólkinum er at stuðla og tryggja átøkini í einstøku londunum og at londini í norðurlendska samstarvinum fáa ta rúmd, sum tey eiga at hava í norðurlendska mál-, undirvísingar- og granskingarsamstarvinum. Nevndin hevur ein fund árliga, men limirnir virka millum fundirnar sum serfrøðingar í sínum egna máløki og verða spurdir til ráðs, tá ið tørvur er á tí.
Økini, sum áherðsla verður løgd á árini 2014-16, eru:
- Átøk at styrkja málfatan hjá børnum og ungum í grannamálum, so øll í Norðurlondum kunnu samskifta á einum skandinaviskum máli.
- Lurtifatan. Higartil hevur tað verið so, at størsti dentur hevur verið lagdur á lesifatan av grannamálunum, men tað vísir seg, at tørvurin at skilja talaða grannamálið er stórur. Talan er um skandinavisku málini, og her royna vit, sum liggja uttan fyri Skandinavia, at gera okkara tørv á grannamálsfatan sjónskari.
At granska grannamálsfatan
Undir leiðslu av danska formansskapinum í Norðurlandaráðnum hevur Norðurlendska málsamskipanin (Nordisk Sprogkoordination) søkt um verkætlanarmiðlar til eina granskingarverkætlan í grannamálsfatan. Hetta er játtað og saman við Serfrøðingabólkinum er settur ein stýringarbólkur, har Vár í Ólavsstovu er føroyski limurin, sum skal ráðgeva og fylgja við í granskingararbeiðinum. 5 fólk undir 30 ár úr hvørjum Norðurlandi verða spurd um, hvussu tey samskifta, tá ið tey arbeiða ella lesa í einum grannalandi. Ungur málfrøðingur, Eva Theilgaard Brink, er sett at gera eina undankanning, sum skal vera grundarlag undir sjálvari granskingarætlanini. Hendan kanning verður væntandi liðug um miðjan apríl í ár.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...