Sambandið ímillum vøddaprofil og mát fyri kropsligum avrikum í fótbóltsdystum hjá væltrenaðum leikarum
22.10.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Sambandið ímillum vøddaprofil og mát fyri kropsligum avrikum í fótbóltsdystum hjá væltrenaðum leikarum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er hagfrøðiliga sambandið lýst ímillum vøddaprofil og mát fyri kropsligum avrikum í fótbóltsdystum hjá væltrenaðum leikarum.


  • Kanningin byggir brýr ímillum grundgransking av teimum fysiologisku mekanismunum, ið avgera kropslig avrik og so tey kropsligu avrikini á fótbóltsvøllinum.
  • Kanningin hevur alstóra ávirkan á kropsliga venjing og fyrireiking í úrvalsfótbólti.


Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur granska í fótbóltsfysiologi á hægsta stigi seinastu 15 árini, hevur í samstarvi við granskarar úr Danmark, Sveits og Katar almannakunngjørt nýggja vísindaliga grein í tíðarritinum European Journal of Applied Physiology og ber heitið “Muscle variables of importance for physiological performance in competitive football”. Greinin kannar hagfrøðiliga sambandið ímillum virknið í vøddaevnisskiftisenzymum, vøddaproteinnøgd (t.d. jon-flutningsprotein) og vøddafipurtypuslagi og so ymiskt mát fyri kropslig avrik í fótbóltsdystum.

Fótbóltsspælið er sera samansett, og avrikini á vøllinum krevja stórt bæði vøddaúthaldni í samband við langtíðararbeiði, góð evnir at mótvirka vøddamøði undir stuttum og intensum vøddaarbeiði, umframt skjótleika og vøddastyrki/eksplosivitet. Tískil setast stór krøv til, at kappingarfótbóltsspælarin hevur fjølltáttaðar kropsligar førleikar, og hetta er avbjóðandi at venja á mest skynsaman hátt.

Vísindaliga kanningin var framd í Katar, har fótbóltsdystir vóru leiktir, meðan renni/rørslumynstrið hjá leikarunum varð neyvt mátað við nýkomnari videotøkni. Rennilongd við ymiskari renniferð var staðfest, umframt tættir sum tal og longd á spurtum og acceleratiónum, maksimal renniferð og evnini at arbeiða hart ímóti endanum á dystinum. Samstundis vóru vøddabiopsiir úttiknir úr lærvøddanum. Vøddavevnaðurin var á universitetinum í Keypmannahavn analyseraður fyri m.a. virknið í vøddaenzymum, sum eru avgerandi fyri evnisskiftið hjá vøddanum (t.d. lyklaenzym í feitt og kolvætubrenningini), jon-flutningsprotein (t.d. Na+-K+ pumpu protein, og H+-flutningsprotein), og so vøddafipurtypuprofil.

Víst var, at tætt samband er ímillum evnini hjá vøddunum at brenna feitt og fótbóltsúthaldnið í dystum (total rennilongd og skjót renning seinastu 15 minuttirnar av dystinum). Harafturímóti var tætt hagfrøðiligt samband ímillum mongdina av skjótari renning í mest krevjandi dystarintervallunum og nøgdina av Na+-K+ (natrium-kalium) pumpu proteini í vøddunum. Hetta vísir, at evnini at stýra jon-javnvágina (Na+ og K+ javnvágina) í vøddunum er sera avgerandi fyri evnini at arbeiða intenst í fótbóltsdystum. Sterkasta hagfrøðisliga sambandið ímillum fótbóltsskjótleika og vøddatættir, var funnið  ímillum nøgd á spurtum, maksimala renniferð í dystum og lutfalsligu mongdina av typu II vøddafiprum (sum eru tær mest eksplosivu/skjótu vøddafiprarnar).

Kanningin vísir fyri fyrstu ferð nakrantíð týðiliga sambandið ímillum beinagrindsvøddaprofil og ymisk sløg av kropsligum avrikum í úrvalsfótbólti. Tískil fáa vit fyri fyrstu ferð beinleiðis innlit í tær fysiologisku mekanismurnar, sum avgera kropslig avrik (og sum tískil skulu venjast og fyrireikast) í kappingarfótbólti.

Stuttur samandráttur av greinini kann lesast HER