Samstarv millum leik og lærd – Ein alneyðugur táttur í dagføringini av vitanini um føroysku náttúruna
Í fjør var Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy tilnevndur heiðursdoktari í sambandi við 50 ára dagin hjá Fróðskaparsetri Føroya. 29. apríl fer Jens-Kjeld halda heiðursdoktarafyrilestur á Setrinum
Jens-Kjeld Jensen fer at taka útgangsstøði í veðurlagsbroytingum og broyttum umstøðum í náttúruni. Hesar broytingar hava við sær, at tað er umráðandi at gera av, hvussu vit við avmarkaðari orku kunnu kanna føroysku náttúruna í globalum høpi.
Eitt viðkomandi dømi er, hvussu skógarmottan verður alt meira útbreidd í Føroyum. Skógarmottan kann hava álvarsligar avleiðingar fyri fólk, tí hon ber smittu av sjúkum sum t.d. borrelia og heilahinnubruna.
Í sínum fyrilestri fer Jens-Kjeld eisini at røða um, hvussu umráðandi tað er at hava kunnleika um, hvørji djórasløg eru í Føroyum í dag, og at skriva greinir um hetta, so vit í framtíðini betur verða før fyri at skilja broytingarnar í føroysku náttúruni.
Nýtilnevndi heiðursdoktarin leggur dent á, hvussu umráðandi tað er, at leik og lærd samstarva í hesum høpi. Hann fer at koma inn á, hvussu tey í slíkum samstørvum hava fingið til vega og almannakunngjørt nýggjan kunnleika í greinum, t.d. viðvíkjandi lús, skinflugu, blómuflugu og loppu. Onnur dømi eru um føði hjá lunda og um miss av flogfjaðrum.
Jens-Kjeld er sannførdur um, at alt hetta hevði ikki verið møguligt uttan samstarv millum áhugafólk og lærdar serfrøðingar, serliga uttan fyri Føroyar. Burtur úr slíkum samstørvum eru eisini komnar fleiri bøkur, eitt nú um havhest, lunda og føroyskar firvaldar.
Fyrilesturin hjá Jens-Kjeld Jensen, heiðursdoktara, verður í Ovastovu 29. apríl kl. 15.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...