Samstarv um heilsuvísindaliga gransking og útbúgving
Fróðskaparsetrið raðfestir gransking og hægri útbúgving í heilsuvísindum.
Dentur verður lagdur á at samstarva við onnur á heilsuøkinum, og sum liður í hesum undirskrivaði Setrið tann 31. mars 2014 samstarvsavtalur við Landssjúkrahúsið og Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu.
Víðkað samstarv
Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið hava drúgvar royndir við at samstarva sínámillum, serstakliga um útbúgvingina av sjúkrarøktarfrøðingum, umframt at læknar á Landsjúkrahúsinum undirvísa í pørtum av lívfrøðiútbúgvingini á Setrinum.
Setrið er í ferð við at víðka sína gransking og síni útbúgvingartilboð á heilsuøkinum til at fevna breiðari enn um sjúkrarøktarfrøði og genetikk, sum higartil hevur verið arbeitt mest innanfyri. Tær báðar nýggju samstarvsavtalurnar eru liðir í hesum arbeiði.
Í samstarvsavtalunum er møguleiki fyri deildum størvum umrøddur, soleiðis at vísindafólk á Landssjúkrahúsinum og Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu kunnu verða parttíðar atknýtt Fróðskaparsetrinum sum lektarar ella professarar. Deildar starvssetanir leggja upp til tættari samstarv millum stovnarnar á heilsuøkinum.
Setrið styrkir starvsliðið
Setrið er í ferð við at styrkja fasta starvsfólkahópin innan heilsuvísindi. Í ár er lýst eftir tveimum vísindafólkum innan sjúkrarøktarfrøði við lektara- ella adjunktførleika. Og lýst er eftir einum vísindafólki við professara- ella lektaraførleika, sum skal standa á odda fyri at menna human fysiologi sum fakøki í gransking og útbúgving á Setrinum. Við nýggju størvunum verða samstarvsmøguleikar munandi styrktir millum Setrið og onnur granskingarumhvørvi bæði í Føroyum og uttanlands.
Samstarv uttan fyri landoddarnar
Í desember 2012 varð ein samstarvsavtala undirskrivað við Aarhus Universitet. Avtalan er ein rammuavtala um granskingar- og útbúgvingarsamstarv innan heilsuvísindi, ið letur upp fyri ítøkiligum samstarvi millum bæði universitetini. Á heysti 2013 vórðu tvey vísindafólk frá Aarhus Universiteti atknýtt í adjungerað professorat og adjungerað lektorat á Setrinum. Tey luttaka serliga í menningini av heilsuvísindaligari gransking á Sjúkrarøktarfrøðideildini og eru við til at vegleiða ph.d.-lesandi á deildini.
Enn fleiri møguleikar
Tann 31. mars 2014 fekk Granskingarráðið handað fæið hjá avtiknu sjúkrakassunum. Við hesum hevur Granskingarráðið fingið ábyrgdina av at útluta tær tilsamans 28 milliónirnar í Sjúkrakassagrunninum eftir leiðreglum, sum grunnurin hevur gjørt. Gjørt er av, at fæið skal lutast í trý høvuðsøki, og kann Setrið verða ein virkin partur innan øll trý økini. Í triðja økinum er Setrið beinleiðis nevnt í sambandi við ígongdsetan av master- og ph.d.-útbúgving umframt møguleikar fyri setan av vísindastarvsfólki innan m.a. heilsuvísindi.
Samanumtikið
Setrið hevur tvey tey seinastu árini arbeitt við at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving, sum eisini fevnir út um sjúkrarøktarfrøði. Sjúkrarøktarfrøði gjørdist partur av virkseminum hjá Setrinum í 2008, tá táverandi Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya varð lagdur saman við Setrinum. Í ár verða trý nýggj vísindastørv skipað í heilsuvísindum á Setrinum.
Við samstarvsavtalum millum Setrið, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu eru karmar settir um meiri samstarv á heilsuøkinum í Føroyum, og munandi fíggingarmøguleikar frá avtikna Sjúkrakassagrunninum til m.a. gransking og útbúgving fara at vera til stórt gagn fyri heilsuøkið í Føroyum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...