25.03.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Samstarv við Háskóla Íslands

Í hesum døgum undirvísir Logi Jónsson frá Háskóla Íslands á Náttúruvísindadeildini. Hetta er eitt samstarv, sum er fingið ílag í millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetrið.


Í vár er samstarv fingið í lag við íslendska universitetið Háskóla Íslands. Logi Jónsson, dosentur á Lífeðlisfræðistofnun (Institute of Physiology), undirvísir í djórafysiologi og vevnaðarlæru fyri studentum, sum lesa lívfrøði á øðrum ári á Náttúruvísindadeildini. Logi Jónsson hevur valt at flyta sítt arbeiðsstað til Náttúruvísindadeildina ta tíðina, ið skeiðið er í gongd.

Samstarvið er fíggjað partvíst frá Háskóla Íslands, soleiðis at ferðaútreiðslur og helmingurin av uppihaldsútreiðslunum í sambandi við skeiðið eru fíggjað hagani. Hetta er fyrstu ferð at fígging til halda eitt skeið partvíst er fingin til vega frá einum øðrum universiteti.


Náttúruvísindadeildin brúkar lærarar frá øðrum universitetum til ávísar partar av útbúgvingunum. Hetta er ein liður í altjóða samstarvi. Undirvísingin hjá Loga Jónssyni fer fram í tíðarskeiðnum 9. mars - 5 mai 2010.