Samstarva um at kanna sjón og hoyrn
Seinnapartin í dag skrivaðu Fróðskaparsetur Føroya og Tórshavnar kommuna undir samstarvsverkætlan.
Avtalan fatar um allar borgarar í Tórshavnar kommunu, sum fylla 75 ár í 2017. Teimum stendur í boði at fáa kannað sjón og hoyrn og at fáa kannað ljósviðurskiftini heima við hús.
Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Hans Pauli Joensen, dekanur á Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetri Føroya, skrivaðu undir samstarvsverkætlanina.
Kanningar vísa, at fleiri eldri fólk góðtaka broytingarnar og tillaga seg umstøðurnar. Tey sláa seg til tols við, at einki er at gera og gera lítið fyri at gagnnýta og betra ta sjónina og hoyrnina, sum er til taks.
Avtalan er millum Sjúkrarøktarfrøðideildina á Fróðskaparsetri Føroya og Heilsu- og umsorganartænastuna í Tórshavnar kommunu.
Verkætlanin gevur borgarum, sum eru føddir í 1942 og búgva í Tórshavnar kommunu, eitt tilboð um ávísing at fáa hjálp.
Ljósviðurskifti
Samstarvsverkætlanin fatar eisini um ljósviðurskifti heima við hús. Kanningar vísa, at fleiri aldrandi fólk hava lítið ljós heima um veturin, tá ið myrkt er. Gott ljós er tað besta hjálpartólið, vit hava fyri sjónina.
Hetta er eitt tilboð til borgarar í kommununi, og endamálið er tryggja, at tann hoyrnin og sjónin, sum er eftir, verður varðveitt so leingi sum møguligt. Tað er sjálvboðið at luttaka.
Hans Pauli Joensen, dekanur á Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetri Føroya, Eyðfríð L. Jacobsen, Heilsu- og umsorganarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivaðu undir samstarvsverkætlanina.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...