31.03.2014
Skriva út
Samstarvsavtala millum Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið
Mánadagin 31. mars kl. 10.00-10.30 verður stutt samkoma á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Fróðskaparsetrið skrivar undir formliga samstarvsavtalu við ávikavist Landssjúkrahúsið og Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu.
Endamálið við samstarvsavtalununi er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Samstarvið snýr seg m.a. um leiklutin hjá Landssjúkrahúsinum sum undirvísingarsjúkrahús og sum granskingarumhvørvi.
Samkoman verður í fundarhølinum hjá sjúkrahússtjórnini á Eirargarði 13, har sjúkrahússtjórin og rektarin á Fróðskaparsetrinum fara at greiða frá innihaldinum í avtalunum.
Verið vælkomin við!
Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...