Samstarvsavtala við Universitetið í Modena og Reggio Emilia um gransking og útbúgving
Í farnu viku kom í gildi samstarvsavtala millum Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Modena og Reggio Emilia.
Í avtaluni eru nevnd 6 øki, sum sáttmálin leggur seg eftir:
• Menning av felags granskingarverkætlanum
• Starvsfólkabýti
• Lestrarferðir og -verkætlanir
• Skiftislesnaður
• Umbýti av vísindaligari dokumentasjón, útgávum og KT-loysnum
• Tilrættalegging av ráðstevnum og vísindaligum fundum
Í avtaluni er staðfest, at neyðugt er at útvega egna fígging fyri at kunna gagnnýta møguleikarnar í sáttmálanum, men at vitjandi starvsfólk skulu hava somu trygd og kunning, sum heimahoyrandi starvsfólkini.
Universitetið í Modena og Reggio Emilia hevur góð 21.000 lesandi, harav tey 2.000 koma úr øðrum londum.
Samstarvsavtalan kom í lag í sambandi við ráðstevnuna “Gransking í Føroyum”, sum Fróðskaparfelag Føroya skipaði fyri í november 2017. Til hesa ráðstevnu komu limir úr italska fróðskaparfelagnum Accademia del Frignano ‘Lo Scoltenna’, sum Fróðskaparfelag Føroya hevur samstarvsavtalu við.
Í sambandi við ráðstevnuluttøkuna varð fyrsta stig tikið at fáa eina beinleiðis samstarvsavtalu millum universitetini í Føroyum og Modena og Reggio Emilia, sum eru økini har nevndu fróðskaparfeløg halda til.
Námsvísindi, heilsuvísindi og veðurlagsgransking eru evni, sum bæði universitetini hava á skránni, og sum tí eru sjálvsøgd at byrja við.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...