Samstarvsavtalur millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu
02.04.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Samstarvsavtalur millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu

Tann 31. mars vórðu tvær avtalur undirskrivaðar um samstarv á heilsuøkinum. Ein millum Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið (LS), og ein millum Fróðskaparsetrið og Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu og Landssjúkrahúsið (DfAA).

Avtalan millum LS og Setrið viðvíkur leiklutinum hjá LS sum undirvísingarsjúkrahús og sum granskingarumhvørvi í samstarvi við Setrið, og lýsir, hvussu útbúgving innan heilsuøkið skal styrkjast og gransking fremjast við tøttum samstarvi millum stovnarnar.

Ítøkiliga snúgva samstarvsavtalurnar seg um kliniska økið, KT-økið, umframt eftir-og víðariútbúgving.

Miðað verður eftir at seta starvsfólk í samansett størv við parttíðarsetan á stovnunum. Eisini verður farið undir eina tilgongd, har vísindafólk í starvi á LS og DfAA verða knýtt at Setrinum sum adjungerað vísindafólk sum lektari ella professari.

Eitt annað nýbrot í føroyskum høpi er ætlanin um at seta ein arbeiðsbólk at lýsa, hvussu ein grundútbúgving (BSc) í læknavísindum kann skipast í Føroyum, og hvussu framhaldsútbúgvingin kann tryggjast í samstarvi við útlendsk universitet.