Savnandi_savnsdagur_logo.jpg
Vita fólk í grundini, hvat arbeitt verður við á einum savni, og hvønn týdning arbeiðið hevur fyri almenningin? Savnandi savnsdagurin er sprottin úr hesum spurningum
Brynhild Thomsen
14.10.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Savnandi savnsdagur í kringvarpshøllini

Síðst í mánaðinum verða søvn og týdningurin, ið tey hava, sett á breddan á almennum evnisdegi í Kringvarpi Føroya 

Setið kross í kalendaran fríggjadagin 29. oktober, tá Savnsgull, sum bjargar savnstilfari úr Kringvarpi Føroya, bjóðar almenninginum til evnisdag um stóra samfelagstýdningin av at hava og røkja søvn.

Søvn okkara skulu raka øll fólk og vera viðkomandi fyri øll. Søvn savna, skráseta, varðveita, miðla og granska. Hetta eru fimm av evnunum, sum eru á dagsskránni á evnisdegnum, sum hevur fingið heitið, Savnandi savnsdagur.

Á skránni eru spennandi framløgur og røður.

Fyrst bjoðar Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, vælkomin, og síðani fara umboð frá Kringvarpi Føroya, Landsbókasavninum, Tjóðskjalasavninum, Listasavninum og Tjóðsavninum at hava framløgu. Eisini fara Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Setrinum og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum at koma við sínum íkasti til, hví søvn eru so týdningarmikil í einum samfelagi.

Savnandi savnsdagurin er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um søvnini í Føroyum og tí, tey arbeiða við.

Savnandi savnsdagurin verður 29. oktober kl. 13-16 í forhøllini í Kringvarpi Føroya, Norðari Ringvegur 20.

Hevur tú hug at luttaka, send so ein teldupost til: annagray@kvf.fo

Tiltakið verður eisini stroymt á heimasíðuni hjá Kringvarpsinum, www.kvf.fo.

Skrá

13:00-13:15 Mentamálaráðharrin bjóðar vælkomin
13:15-13:20 Intro til dagin
13:20-13:35 Bergur Djurhuus Hansen / Spjadd søvn í talgildum heimi
13:35-13:55 Kringvarp Føroya / Savna / Ein gluggi til vitan (Ivan Hentze Niclasen)
13:55-14:15 Landsbókasavnið / Skráseta / Skráseting av føroyskum verkum og verk
um føroysk viðurskifti (Høgni Bech)
14:15-14:35 Tjóðskjalasavnið / Varðveita / Hví varðveita persónupplýsingar? (Sámal
Tróndur F. Johansen)
14:35-15:05 Steðgur
15:05-15:25 Listasavn Føroya / Miðla / Upplivingar fyri øll – um at miðla á Listasavni
Føroya
(Karina Lykke Grand)
15:25-15:45 Tjóðsavnið / Granska / Nyttan av djórasøvnum lýst við dømi í
koronukanningartøkni
(Jan Sørensen)
15:45-16:00 Annika Sølvará / Søvn sum granskingaramboð – Gullnám ella eskjan
hjá Pandoru