sBók: Føroysk mállæra 1. Kyn, orðmyndan og bending
Nám gevur út sBókina Føroysk mállæra 1. Kyn, orðmyndan og bending eftir Hjalmar Petersen.
Bókin er 250 blaðsíður, og kemur hon eisini í pappírformi næsta mánað. Í bókini verður víst, at kyn er reglustýrt í føroyskum. Eisini er eitt langt kapitul um orðmyndan. Hetta fevnir um samansetingar og avleiðslur, og er tað fyrstu ferð at evnið er so neyvt viðgjørt í føroyskum, har víst verður á, hvussu nuanserað orðmyndan í málinum er. Viðgjørd verða innlænt og niðurarvað atfesti, og eisini er nógv gjørt burturúr klípum, sum eru í orðum sum elli+s+heim fyri tað eldra elliheim. Víst verður, at klípini í føroyskum ganga eftir málspesifikkum reglum.
Síðsti partur er um bending, har onkrir nýggir flokkar eru viðgjørdir, serliga skerpingarsagnorðini sum at búgva og at doyggja.
Høvundurin, Hjalmar P. Petersen er professari í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og hevur hann granskað og arbeitt við føroyskum í fleiri ár.
Leinki til sBókina: mallaera1.sbok.nam.fo
Bókin kann keypast í nethandlinum shop.systime.dk, har eitt 4-ára hald kostar 100,- kr.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...