Seinastu tvær greinarnar frá Eivindi Weyhe sála
Tvær stuttar greinar um staðarnøvn eftir Eivind Weyhe sála, lektara emeritus, eru í dag útgivnar í Fróðskaparrit 70.
Talan er um greinar, sum Eivind sendi ritinum í vár, og sum síðani vórðu sendar til fakligar metingar. Eivind fekk boð um, at greinarnar vórðu góðkendar til útgávu, men orsakað av tekniskum trupulleikum lukkaðist ikki at fáa greinarnar klárar, áðrenn hann andaðist eftir stutta sjúkralegu í summar.
Fyrra greinin ber heitið Gríslatindur. Her skjýtur høvundurin upp at tolka fjallanavnið Gríslatindur sum eitt upprunaligt *Grýtingslíðartindur. Harí liggur tískil eisini, at líðin ovast í fjallinum hevur verið nevnd *Grýtingslíð, og at tað navnið kann innihalda eitt horvið fjallanavn *Grýtingur, norr. Grýtingr.
Seinna greinin kallast Orðini selur k. og sel h. í føroyskum staðarnøvnum. Í hesi greinini viðger høvundurin navnaliðin sel- í føroyskum staðarnøvnum og vísir á, at tey kunnu tolkast á tvinnanda hátt: Í nógv flestum førum sipar tað til dýraheitið selur k. ‘kópur/kobbi’, men eitt nú í navninum Selvík kann tað sipa til sel h. ‘summarbeiti til neyt’.
Síðan verður navnið Selheyggjur tikið við inn í viðgerðina og tolkað sum ‘heyggjurin á mjólkingarplássinum’. Staðfest verður, at sel h. man hava verið nógv minni brúkt enn ærgi h. í eldri føroyskum, tó at bæði mugu hava verið til.
Við hesum helst seinastu greinum frá Eivindi Weyhe sála vilja vit í Fróðskapi minnast hann við virðing og takksemi fyri gott samstarv.
- 15.01.2025 SetriðStýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya 2025 - 2028Nú skeiðið hjá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya gekk...
- 10.01.2025 Setrið NámsvísindadeildinNÁD-granskarar í SosialinumFyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði í 2025 verða greinar í...
- 02.01.2025 Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildinStakgreinalestur várið 2025Hópurin av støkum skeiðum eru í at velja, um tú hevur hug...