Skriva út
Semesturbyrjan á Sjúkrarøktarskúlanum
Seinasta mikudag 1. februar var semesturbyrjan á Sjúkrarøktarskúlanum. Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing er býtt í lestrarhálvur og eindir, har hvør eind er 10 vikur til longdar.
Tey lesandi á 3. og 7. eind fara komandi hálva árið at hava undirvísing, sum fer at snúgva seg um ávikavist sjúkrarøkt til somatisk sjúk fólk, og gerontologi/geriatri – sjúkrarøkt til eldri menniskju og teirra ellistilgongd.
Harafturat byrjaðu lesandi á 7. lestrarhálvu, sum fer at snúgva seg um sjúkrarøkt við atliti at røkja virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum tvs. at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt.
Tikið verður upp aftur til at lesa sjúkrarøktarfrøði í ár.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...