Seminar um dronur sum amboð í gransking
17.06.2016
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Seminar um dronur sum amboð í gransking

Týsdagin 21. juni skipar Setrið fyri seminari, har DTU Space greiðir frá um gransking og virksemi innan jarðarmagnetismu, fylgisveinatøkni og dronur


Dronueindin á Danmarks Tekniske Universitet varð stovnað í 2014. Útgangsstøðið er ein visjón um, at royndir og vitan frá rúmdargransking kann nýtast til innovatión, tá ið tað kemur til dronur.
Endamálið við dronu-eindini á DTU Space er at stuðla og skapa umstøður fyri nýtslu og menning av ómannaðari tøkni, sum pallur fyri gransking, menning, útbúgving, innovasjón og granskingargrundaðari ráðgeving.
Seminarið er alment og ókeypis. Tað verður í Ovastovu í Nóatúni við hesi skrá:
10:00 – 12:00 Seminar: Jarðarmagnetisma, dronur og arktiskt fylgisveina-infrakervi
-    Nils Olsen (DTU Space): Jarðarinnar magnetøki og Swarm fylgisveina-misjónin: Introduktión til jarðarmagnetismu, økiskeldur, fylgisveina-observatiónir og Swarm-misjónina hjá ESA (European Space Agency)
-    Chris Finlay (DTU Space): Jarðfest jarðarmagnetisk observatorium og nýtslan av teimum: Global Observatory Network við dømum um data, modellering, seinastu økisbroytingarnar, aeromagnetisk survey og rúmdarveður
-    Niels Andersen (DTU Space): Kunning um DTU Space DroneCenter;
-    Jens Olaf Pepke Pedersen (DTU Space): Kunning um frágreiðing um tørvin á arktiskum fylgisveina-infrakervi og nýtslu av dronum