Seminar um førleikameting
26.09.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Seminar um førleikameting

NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru – bjóðar til seminar um lívlanga læring og førleikameting við serligum atliti at hægri lestri.


Tiltakið verður á Vinnuháskúlanum, Nóatún 7, týsdagin 30. september frá kl. 09.00 – 12.00.

Seminarið, ið er alment, hevur heitið “Recognising Lifelong Learning – International Perspectives and Practices”.

Í vár bleiv lóg um validering (“recognition of prior learning”), samtykt á Føroya Løgtingi. Talan er um LØGTINGSLÓG NR. 67 FRÁ 15. MAI 2014 UM FØRLEIKAMETING. Vavið av lógini er rúgvismikið, hon fevnir ikki bert um yrkisútbúgvingar, men eisini um universitetsútbúgvingar við Løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya. Spurningar, ið m.a. verða umrøddir á hesum seminari, eru:  Hvussu arbeiða hægri lærustovnar í grannalondum okkara við førleikameting? Hví gera teir tað og hvat er endamálið? Hvat skal til, til tess at Setrið og aðrir lærustovnar, ið veita hægri útbúgvingar, kunnu seta lógina um førleikameting í verk?

Yvirskipað snýr førleikameting seg um at meta, skjalfesta og viðurkenna aðrar viðkomandi førleikar enn teir, ið eru ognaðir innan formligu útbúgvingarskipanina. Førleikar verða mettir í mun til læruúrtøkur á útbúgvingum. Á seminarinum verður greitt nærri frá hesum hugtaki, endamáli og góðari praksis.  Dømi frá hægri lærustovnum verða lýst, og ljós verður varpað á bæði norðurlendskan og evropeiskan politikk á økinum.

Fyrilesarar verða Timo Halttunen og Mari Koivisto, ið starvast á Turku Universiteti í Finnlandi.

Sí viðfestu skrá

Tilmelding: Neyðugt er við tilmelding, ið fer fram við at senda ein t-post til elisabethh(at)setur.fo, har tygum upplýsa navn, arbeiðsstað (so sum felag/stovn/deild/skúla/myndugleika ). Freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 26. september kl. 15.00.

Øll áhugað eru vælkomin!

Elisabeth Holm, NVL-kontaktpersónur, Fróðskaparsetur Føroya

Links_to_RPL_documents.pdf
RPL_terminology.pdf